U17 genturnar taptu eisini seinasta dystin í EM-undankappingi í Turkalandi. Hósdagin, vóru vertirnir úr Turkalandi mótstøðuliðið. Men turkisku vertirnir sýndu onki gestablýdni, og vunnu 4-0. Hetta var annars dysturin, okkara gentur høvdu sett nøsina upp eftir at náa besta úrslitinum, tí frammanundan vóru Írland og Holland mett sum sterkastu londini. Men ta vónina køvdu turksiku genturnar skjótt. Tí nærum áðrenn okkara vóru komnar á vøllin, lá bóturin í føroyska málinum. Tá vóru bara 3 minttir farnir. Og tá 12 minuttir vóru leiktir, var longu 3-0. Eftir hetta fótaðu okkara seg nakað. Seinna hávleik vóru okkara betur við, og komu til onkra málatsókn, men uttan tó at fáa mál. Tað kláraðu turkisuku genturnar eisni í seinna hálvleiki, sum sostatt endaði 4-0 til Turkaland. Holland vann annars bólkin við 2-0 sigi á Írlandi.