Taptu seinasta dystin

Um vikuskiftið hevur føroyska Futsal liðið luttikið í kapping í Grønlandi. Liðið vann ein dyst og tapti tveir

Føroyska Futsal-liðið tapti sunnukvøldið 5-3 í triðja og seinasta dystinum á hesum sinni ímóti Grønlandi.

 

 

Hetta veit heimasíðan hjá Fótbólssambandi Føroya at siga.

 

Føroyska Futsal-liðið, sum um vikuskiftið hevur verið á vitjan í Nuuk í Grønlandi, tapti eisini triðja dystin ímóti grønlendingum.

 


Úrslitið í seinasta dystinum, sum var ímóti grønlendska A-landsliðnum, gjørdist 5-3 til Grønland, sum var á odda 5-0 í hálvleikinum.

 

 

Í alt hava Grønland og Føroyar spælt tríggjar Futsal-dystir farna vikuskifti. Fríggjakvøldið vann føroyska liðið 8-6 ímóti grønlendska B-landsliðnum, meðan tað leygarkvøldið gjørdist til ein sannførandi 6-2 sigur til vertirnar, sum ta ferðina og sunnukvøldið spældu við A-landsliðnum.