Taptu tepurt móti Slovenia

Føroyska U17-landsliðið í fótbólti tapti í dag tepurt móti Slovenia í EM-undankappingardysti

 

Í dag spældi føroyska U17-landsliðið seinasta dystin í EM-undankappingini í Slovenia. Urslitið gjørdist ein tepur 1-0 sigur til slovensku vertirnar.


- Sum heild eri eg partvís nøgdur við okkara avrik í kappingini. Til dømis lata vit einki mál inn í seinna hálvleiki í nøkrum av dystunum. Eg kundi tó ynskt mær, at vit høvdu bóltin meir og kláraðu at spæla okkum fram til fleiri málmøguleikar.

- Men tað er eisini langt síðani at vit hava møtt so sterkari mótstøðu, sum vit fingu í allari hesari kappingini. Tí haldi eg samanumtikið, at spælararnir kunnu halda høvdið høgt, sigur Áki Johansen við heimasíðuna hjá FSF. Saman við Pól F. Joensen er Áki venjari hjá føroyska liðnum.