60) 30-19
Tað endaði 30-19 til heimaliðið, tá ið Føroyar spældu EM undankappingardyst í manshondbólti ímóti Ukreina.
Fyrstu løtuna vóru Føroyar fleiri ferðir á odda. Men eftir 7-7 hugdi Ukreina ongantíð afturum seg. Hálvleiksstøðan var 17-12, og tað endaði 30-19.
Sum tað varð roknað við frammanundan, so var tað serliga hædd og styrki, sum var stóri munurin á liðunum.
55) 27-17
Føroyska hondbóltslandliði er nú í ódnarveðri í Ukreina. Heimaliðið var stórfavorittur, og hóast føroyingarnir hava roynt sítt ítarsta, so er munurin fimm minuttir undan leikloki tíggju mál.
Tað er serliga kropsliga, at Ukreina er væl betri fyri. Heimamenninir eru størri, breiðari og sterkari enn føroyingarnir.
30) 17-12
Teir eru farnir at hvíla seg í Ukreina. Heimaliðið er frammanfyri 17-12. Fyrsta lítla korterið stóðu Føroyar seg sera væl. Men frá tí at støðan var 7-7 og í eina løtu gekk tað minni væl. Tá økti Ukreina leiðsluna til 12-8. Síðstu løtuna hava Føroyar verið betri við aftur. Nú er støðan 17-12.
--
Føroyar spæla í løtuni EM undankappingardyst í manshondbólti. Tað er á útivølli ímóti Ukreina. Fyrsta bríksl var klokkan 17.00
Føroyska liðið legði bragdliga fyri, var fleiri ferðir á odda, men síðani støðan var 7-7, hevur Ukreina verið á odda.
Nú 22 minuttir eru farnir, er støðan 14-10.
Kringvarp Føroya vísir dystin beinleiðis í sjónvarpinum.
FM1 varpar beinleiðis frá dystinum. Tað er Sjúrður Hildarson Hoydal, sum er á staðnum og sigur frá gongdini.