Italia ? Føroyar 30-23 (15-9)
Føroyska hondbóltslandsliðið hevur í dag tapt við sjey málum á útivølli móti Italia. Úrslitið gjørdist 30-23.
Føroyingar løgdu bragdliga fyri, og vóru á odda í stórum løtum av fyrra hálvleiki. Tá valdu italiumenn at mansverja Finn Hansson, og stígur kom av álvara í álopspartinum. Alt ov nógvar villur vóru, og heimaliðið fór til hálvleiks við 15-9.
Føroyar royndu at hótta leiðsluna í seinna hálvleiki, men tað eydnaðist ongantíð. Hóast Lars Black hevði fleiri framúr bjargingar í málinum, so gjørdist munurin ongantíð minni enn fýra mál.
Hetta var seinasti dysturin hjá føroyska landsliðnum í 2008.