Tara safari á Sjómannadegnum

Vilja læra føroyingar at brúka tara í matgerð

Eitt av teimum meira serstøku tiltøkunum á Føroya Sjómannadagi verður í kvøld, tá skipað verður fyri tara safari. Møtt verður við el-verkið á Strond, og síðani verður gingið og henta tara í umleið ein tíma.


Aftaná verða tveir stuttir fyrilestrar á Húsarhaldskúla Føroya. Kári Purkhús fer at greiða frá um tara í Føroyum, og Per Mandrup, íð er kendur danskur kokkur frá Agro Tech í Århuus, fer at tosa um tara og matgerð.


Tiltakið er partur av skránni hjá norðurlendska fiskivinnusamstarvinum, sum Føroyar standa á odda fyri í ár. Endamálið við tiltakinum er at fáa fólk at brúka tara meira í matgerðini. Hóast tað er nógvur tari kring oyggjarnar, so er tarin í stóran mun ein óbrúkt rávøra í føroyska húsarhaldinum.


Tað eru Jóhanna á Tjaldrafløtti, leiðari á Húsarhaldskúla Føroya, og Leif Sørensen, kokkur, sum standa fyri tiltakinum í Føroyum. Tey hava gjørt royndir við tara og gjørt matuppskriftir, sum eru lættar at brúka í matgerðini í gerandisdegnum.


Leygardagin verður høvi at smakka ymiskar rættir við tara, hetta verður samstundis og á sama stað, sum tann stóra fiskabuffetin. Harumframt fáa fólk uppskriftir, har greitt verður frá hvussu tarin kann brúkast í matgerðini í gerandisdegnum.