Tað var í samband við at professari í Biofysik við Syddansk Universitet, Ole G. Mouritsen, gav út nýggja sera spennandi bók um matmentan og vísindi. Tang – grøntsager fra havet.
Evnið er tarin í sjónum, - viðgjørdur náttúruvísindaliga, siðsøguliga og matlistarliga.
Bókin setur saman matgerð og vísindi á heilt nýggjan hátt. Tarin verður allýstur á greitt og lættlesiligt. Høvundurin greiðir frá hvussu tari kann nýtast í matgerð og hví tari er so heilsugóður at eta. Er sprænfullur í mineralum, proteinum, vitaminum og so hesi feitt-evnini, sum eisini eru í fiski og ein annar granskari – føroyski Sjúrður Olsen, Dr.Med. - hevur umrøtt í sambandi við stóru føroysku børnini, ið verða fødd.
Tari kann eisini alast og Ole G. Mouritsen ivast onga løtu í, at tari í framtíðini fer at gerast størri partur av okkara føðslu enn higartil. Og kanska fer tarin at bjarga okkum undan øllum lívsstílssjúkunum, ið herja okkum í hesum tíðum.
”Tá hungursár vóru livdu fólk uppímillum av tangi”. Soleiðis verður oftani tikið til her hjá okkum. Tang er tann tarin, sum er etandi í Føroyum. Sum oftast Alaria esculenta. Nógvar royndir hava verið við tara í Føroyum, men eg veit ikki um tað er roynt til matna. Kendast er ivaleyst Føroya Alginatvirki frá 1970’unum.
Í bókini eru alskyns uppskriftir við tara sum ein og hvør kann gera heima hjá sær sjálvum. Tari sum krydd í súpanum, salatum og fiska- og grønmetisrættum. Til sushi, osti, pasta. Í tertum, dessertum og køkum. Sum te og í sjokolátu.
Sjálvur royndi eg fleiri uppskriftir úr bókini hendan dagin móttøka var. Stutt sagt: hetta er ein heilt nýggjur heimur, ið opnar seg fyri okkum.
Bókin hevur sera hent savn av frágreiðingum, myndum, keldutilfari og ikki minst leinkjur á alnótini av tara-framleiðarum, ið selja umvegis internet-handli.
Uppskriftirnar eru gjørdar í samstarvi við danska stjørnukokkin, Jakob Mielcke, ið hevur matstovuna Mielcke og Hurtigkarl á Frederiksberg.
Her er stutt og greitt talan um meistaraverk í heimsflokki. Eg eri vísur í at bókin fer at vera týdd og útgivin í nógvum londum. Mítt besta viðmæli!
Tang – Grøntsager fra havet, Ole G. Mouritsen, Nyt Nordisk Forlag Arnold Busck, 284 blaðsíðir, innbundin, uml. kr. 275 í føroysku bókahandlunum