Tarira í Vágs og Eiðis kirkjum

Um vikuskiftið fer kórið Tarira undir leiðslu av Sunleif Rasmussen á eina stutta konsertferð til Vágs og Eiðis. Konsertin í Vágs Kirkju verður leygardagin 15. juni 15:00. Konsertin í Eiðis kirkju verður sunnudagin 16. juni klokkan 16:00.

Tvær frumframførslur verða á skránni í Vági. Nýskrivaðu verkini “Saknur” og “Sov nú lítla barn” hevur Sámal Matras Kristiansen, ið eisini syngur bass í Tarira, smíðað til egnar tekstir. Hesi verkini eru sera kontrastfull og vælljómandi, og meðan tað fyrra er dapurt og hugtungt, er hitt lætt og sveimandi.

Eisini verður høvi at hoyra tríggjar av hugtakandi satsunum, ið kórleiðarin Sunleif Rasmussen nýliga hevur skrivað til løg eftir Jógvan Waagstein. Løgini hjá Waagstein eru sannar fólkaognir: “Vár við lýggjum vindi”, “Aldan brýtur” og “Fýkur stormur”, men tey eru latin í ein serstakan sunleifskan kórbúna, ið fær nakrar heilt serligar stemningsmyndir fram.

Umframt nýggjari føroyskari kórtónleik fer Tarira at bjóða áhoyrarunum tvær katólskar perlur, ið umframt opinlýsa vakurleikan hava til felags, at tær eru skrivaðar av katólskum komponistum úr samfeløgum, har teirra átrúnaður hevur verið undir stórum trýsti.