Tað vóru eini hjún, sum vórðu funnin lívleys á adressuni í Tasiilaq - maðurin 59 og kvinnan 57 ár. Grønlands Politi heldur ikki, at onnur fólk vóru partur av syrgiligu hendingini í býnum.

Tasiilaq: - Talan er helst um dráp og sjálvdráp

Í síðstu viku vórðu tvey fólk funnin deyð á somu adressu í grønlendska býnum, Tasiilaq.

 

Tað vóru eini hjún, sum vórðu funnin lívleys á adressuni í Tasiilaq - maðurin 59 og kvinnan 57 ár. Grønlands Politi heldur ikki, at onnur fólk vóru partur av syrgiligu hendingini í býnum.

Eftir at hava gjørt kanningararbeiði - eisini við hjálp frá serfrøðingum úr Danmark - sigur Grønlands Politi, at talan helst er um dráp og sjálvdráp.

 

Sambært Sermitsiaq er løgreglan fyrrapartin komin við einari dagføring í málinum. 

 

Tað vóru eini hjún, sum vórðu funnin lívleys á adressuni - maðurin 59 og kvinnan 57 ár. Løgreglan heldur ikki, at onnur fólk vóru partur av syrgiligu hendingini í Tasiilaq. 

 

Fyribils kanningarnar vísa, at talan helst er um dráp og sjálvdráp. Grønlands Politi hevur havt hjálp frá kriminalteknikarum og rættarlæknum úr Danmark.

 

Grønlands Politi leggur aftrat, at kanningararbeiðið í málinum heldur fram, og tí kunnu tey í løtuni ikki siga meira um málið.

 

- Tey avvarðandi hava fingið boð um fyribilsúrslitið av kanningunum, sigur løgreglan í sínari dagføring fyrrapartin í dag.

 



 

 

Tað vóru eini hjún, sum vórðu funnin lívleys á adressuni í Tasiilaq - maðurin 59 og kvinnan 57 ár. Grønlands Politi heldur ikki, at onnur fólk vóru partur av syrgiligu hendingini í býnum.