Tatoveringin hjálpti mær við sorgini

Jóhanna í Króki hevur haft eitt tungt ár. Í januar doyði mamma hennara 58 ár, og mánaðin eftir doyði systurdótturin eitt ára gomul. Fyri at heiðra tær báðar fekk Jóhanna sær eina tatovering á ryggin.

Jóhanna hevur fýra systrar. Tá ein teirra giftist 3. januar segði pápi teirra, at nú átti hann tríggjar Katrin - konuna og tvær abbadøtur. Ein mánað seinni var bara ein teirra eftir.

- Vit hava verið spard fyri alt slíkt í langa tíð, og so hendi hetta, sigur Jóhanna í Króki.

Sorgin var sjálvandi stór, og Jóhanna vildi gera okkurt at minnast mammu sína og systurdóttrina við.

- Eg gjørdi tatoveringina tá eg, systrarnar Sólfríð, Rigmor og pápi vóru í Manchester í summar. Rigmor var mamma til lítlu Katrin, sum doyði, greiður Jóhanna frá.

Tatoveringin er av eini lilju - sum ímyndar mammuna Katrin. Ein lítil ljósareyð stjørna inni í liljuni er ímynd av lítlu didduni. Fimm stórar og fimm lítlar stjørnur eru rundanum liljuna. Tær ímynda børnini hjá systrunum, og pápan og tær fýra systrarnar!

- Tatoveringin merkir sera nógv fyri meg. Hon er ein ímynd av øllum, sum er týdningarmikið í mínum lívi, sigur Jóhanna.

Pápin Petur var við Jóhannu, meðan tatoveringin varð gjørd.

- Hann var sera rørdur.

Hóast at sorgin eftir mammuna og systirdóttrina hevur verið tung, so heldur Jóhanna, at sorgin hevur gjørt hana sterkari.

- Eg síggi meiri virði í lívinum. Nú veit eg, hvussu skjótt tað kann verða liðugt, sigur hon.


Fakta

Navn: Jóhanna í Króki

Aldur: 25 ár

Bústaður: Strendur

Tatoveringar: Tvær

Fyrsta tatoveringin tá eg var: 18 ár