Tattoo: Kundi ikki funnið upp á tað

Um vikuskiftið hevur TattFest verið í Sjónleikarhúsinum og í tí sambandi hava vit spurt nakrar føroyingar, hvørjar tattoveringar tey hava og hví. Ein, sum ikki hevur tattoveringar ella kundi funnið upp á tað, er Eiler Fagraklett. 

 

 

- Mær dámar ikki tattoveringar. Eg haldi tað, sum í dag verður tattoverað á kroppin so sum motivir og ymiskar skrifttypur, verður alt sera skjótt tíðaróhóskandi og so misprýðir tað kroppin restina av lívinum, sigur Eiler Fagraklett.  

 

 

Og víðari heldur hann, at tað er blivið í so populert at fáa sær tattoveringar. 

 

 

- Tað er blivið so mainstream. Mær dámar stak illa at vera eins og øll onnur, bara fyri at vera eins og øll onnur, sigur Eiler Fagraklett. Hann staðfestir, at tað er einki, sum kundi fingið hann at broytt meining. 

 

 

- Um eg fekk børn, so skuldi eg nokk megna at minst til teirra nøvn og føðingardagar uttan at festa tað permanent á mína húð, sigur Eiler Fagraklett og leggur aftrat. 

 

 

- Eg blandi meg ikki upp í, hvat onnur gera við sín kropp. Men also, tey skuldu nokk heldur hava valt "henna" møguleikan, sigur Eiler. Henna eru tattoverings-líknandi tekningar, sum halda upp í mánaðir, áðrenn tær fara av aftur. 

 

 

 

Les eisini: Vís mær tína tattovering: Havi hjarta í oyranum 

 

 

Les eisini: Vís mær tína tattovering: Havi fingið mær leyvuna