Sólskinsøgurnar í fiskivinnuni eru ikki so nógvar í hesum tíðum, hvørki á sjógvi ella á landi. Hugaligt er tí at frætta, at virksemið hjá Tavuni í Leirvík gongur fram úr væl Meðan ein partur av ísfiskaflotanum liggur bundin við bryggju, eru øll útlit til, at fleiri og fleiri skip verða løgd. Hjá teimum stóru feløgunum í fiskavirkisvinnuni á landi gongur eisini ógvuliga striltið.
Á Tavuni í Leirvík hava tey havt úr at gera, síðan virkið keypti fyrstu gulllaksalastina í hesi vertíðini.
Nú árið í fjør er endaliga uppgjørt, er greitt, at avlopið hjá virkinum eftir skatt í 2007 er 2,5 miljónir krónur.
Taka vit tey trý árini fyri 2007, hevði Tavan í 2004 eitt avlop upp á 1,6 miljónir krónur, og í 2005 var avlopið 3,4 miljónir krónur. Besta árið nakrantíð hjá virkinum var árið 2006, tá felagið hevði heilar 7,5 miljónir krónur í avlopi ? eftir skatt.
Leggja vit saman undanfarnu fýra árini (2004-2007), hevur virksemið hjá Tavuni í Leirvík hesi árini givið heilar 15 miljónir krónur í avlopi tilsamans.
- Jú, eg haldi, at hetta sær bara gott út, sigur Jóan Magnus Rasmussen, stjóri.
Hann vísir á, at nú oljuprísirnir eru so høgir, og trupult er at reka skipini, vildi tað verið ein vanlukka, um skipini, sum syrgja fyri ráfiskinum til framleiðsluna í Leirvík, noyddust at gevast.
- Sjálvandi hevur hesin tankin streyfað, men vit vóna og biðja eftir, at fyritreytirnar fara at laga seg, so tað ringasta ikki hendur, sigur Jóan Magnus Rasmussen.