Tavan avlop á hvørjum ári

Besta árið hjá Tavuni rakstrarliga, var árið 2006, tá virkið hevði eitt avlop eftir skatt upp á 7,5 miljónir krónur. Tavan í Leirvík, sum keypir og virkar gulllaks í summarhálvuni og upsa í vetrarhálvuni, keypti tilsamans 12.700 tons av ráfiski í fjør. Nøgdirnar av gulllaksi vóru 11.200 tons, og nøgdirnar av upsa vóru 1.500 tons tilsamans.

Jóan Magnus Rasmussen, stjóri í Tavuni, sigur, at árið í fjør var nógv tað størsta árið til gulllaks, síðan virkið fór undir at keypa og framleiða hetta fiskaslag í 1994. Næst besta árið í nøgd var í 2002, tá virkið keypti 8.250 tons av gulllaksi.

Stjórin sigur, at nøgdirnar av upsa í vetrarhálvuni helst ikki skulu fara niður um 2.000 tons, og í so máta royndist árið í fjør heldur lakari enn eitt miðal ár.

Tað skilst kortini á Jóan Magnusi Rasmussen, stjóra í Tavuni, at virkið hevur havt eitt rímiliga gott ár í fjør.

- Enn eru tølini ikki endaliga uppgjørd, og tí vil eg ikki geva nakað neyvt boð upp á ársúrslitið.

Hann vísir á, at árið í fjør royndist ikki nakað serligt, tí norska krónan var so lág. Tavan selir eini 70 prosent av síni gulllaksaframleiðslu til Noregs, og tá hevur virðið av norsku krónuni stóran týdning.

- Norska krónan vaks í virði aftur í 2009, og vit kunnu siga, at meðan nógv gekk ímóti í 2008, gekk mest sum alt við í 2009.

Seinastu árini hevur Tavan havt góð avlop í rakstrinum, og í 2006 var avlopið eftir skatt heilar 7,5 miljónir krónur.

Sum skilst á Jóan Magnusi Rasmussen, verður árið í fjør helst væl betri enn í 2008, tá virkið hevði eitt avlop eftir skatt upp á 2,7 miljónir krónur.

Tavan í Leirvík hevur eini 50 ársverk.