Í sildavertíðini í heyst hevur Tavan í Leirvík arbeitt sild, og í vertíðini hesaferð tók virkið ímóti 1000 tonsum, umframt brislingi og nakað av makreli.
Tavan fylgir við gongdini í náttúruni og havumhvørvinum, og nú standa so rognini fyri. Virkið hevur í nógv ár tikið ímóti rognum, og soleiðis verður eisini, nú vertíðin stundar til.
Eins og við sildini, er Svøríki høvuðsmarknaður hjá virkinum í Leirvík fyri toska-og upsarognini.
Á Tavuni verða rognini sukursaltað í tunnur, og síðan fara tey til høvuðskundan, ABBA. Har verða tunnurnar lagraðar í tunlum í berginum í Kungshamn.
Rognini verða lagraði í 12 mánaðar, áðrenn ABBA fer at undir at framleiða tær so vælkendu Kalles Kaviar tupurnar.
##med2##
Kalles Kaviar er eitt sera kent brand í Svøriki á jøvnum føti við Volvo, bólkin ABBA og IKEA. Hjá mongum svium, vaksnum sum børnum, byrjar dagurin við eitt sindur av Kalles Kaviar.
Kaviarurin verður sagdur at vera heilsugóður og stimbrandi, og framleiddar verða umleið 10 milliónir tupur um árið. Umframt svenska marknaðin, verður Kalles Kaviar selt kring heimin.
Joen Magnus Rasmussen, stjóri í Tavuni, er sera fegin um, at Tavan í mong ár er góðkendur veitari av rognum til hesa framleiðslu sum setir sera stór krøv til viðgerð og góðsku.
Hann heldur, at bæði fiskimenn og framleiðarar í Føroyum eiga at gera tað, sum gerast kann fyri at gagnnýta alt úr fiskinum, og hann sigur seg vóna, at skip og bátar fara at leggja seg eftir at taka rogn.
- Tavan er áhugað í øllum rognum, leggur Joen Magnus Rasmussen aftrat.
##med3##