Tavan og Kong Oscar

- Vit fegnast um, at tað hevur eydnast okkum at ment eina framleiðslu sum hevur so gott orð á sær á altjóða marknaðinum, sigur stjórin, Joen Magnus Rasmussen, stjóri í Tavuni.

 

 

Longu í 1873 byrjaðu norðmenn við fiskahermetikki. Felagið Stavanger Canning Company varð stovnað, og í 1880 byrjaðu tey at útflyta sínar vørur.

Norsk/ svenski kongurin - Oscar - var so sera fegin um allan fiskamat og eisini brisling, at hann gav felagnum loyvi at brúka sítt navn til teirra marknaðarføring.

Við hesum sá eitt av heimsins best kendu brandum - King Oscar - dagsins ljós.

JF Kjølbro í Klaksvík fekk íblástur úr Noregi til at fara í holt við hermetikvirki í Klaksvík, og í hesum sambandi var John Høj í starvslæru hjá Abba Seafood.

Felagið við King Oscar-brandinum hevur skift hendur nakrar ferðir seinastu hundrað árini, og í 2014 keypir heimsins størsta canning felag - Thai Union - brandið og framleiðsluna frá Norway Seafood, sum Tavan samstarvaði við.

##med2##

Tavan fekk beinanvegin sera gott samstarv við Thai Union, og føroyski brislingurin verður brúktur í nøkrum av teirra bestu framleiðslum, sum vera seldar kring allan heimin sum eitt premium brand.

Tað verður sagt, at føroyski brislingurin telist millum allar bestu rávørur úr havinum.

Tavan hevur eisini sera gott samstarv við Abba Seafood, sum flakasker brislingin, áðrenn hann fer í dósir og síðan verður marknaðarførdur globalt.

Vertíðin fyri brisling i Føroyum er vanliga frá november til februar.

Joen Magnus Rasumussen, stjóri á Tavuni, sigur, at seinastu vertíð keypti Tavan umleið 125 tons av brislingi - tað allarmesta frá bátinum Katrin, og hetta er munandi minni enn vanlig ár.

- Í fjør stóð sera nógvur toskur inni á firðunum, og hetta kann vera ein orsøk til, at minni av brislingi hevur verið at fingið í vertíðini í vetur. Men, onkrar ábendingar eru um, at tað verður frægari næsta ár.

Joen Magnus Rasmussen sigur, at sera stórur eftirspurningur er eftir teirra brislingi, og Tavan megnar ikki at nøkta tann eftirspurning sum er.

Tað sær tískil rættiliga spennandi út við brislinginum hjá Tavuni í Leirvík.

- Vit fegnast um, at tað hevur eydnast okkum at ment eina framleiðslu sum hevur so gott orð á sær á altjóða marknaðinum, sigur stjórin, Joen Magnus Rasmussen.

##med3##

##med4##