Gulllaksavirkið Tavan í Leirvík hevur havt fleiri góð fylgjandi ár, men bestu árini hjá felagnum í avlopi eru árini 2009 og 2010. Hesi bæði árini hevði virkið í Leirvík nevniliga eitt rakstrarligt avlop á meiri enn 20 miljónir krónur tilsamans.
Fiskaframleiðsla í Føroyum hevur sum heild ikki sæð sínar bestu dagar í fleiri ár. Tó hava nøkur virkir havt avlop í rakstrinum, eitt nú virkir, sum virka saltfisk. Onnur virkir, sum hava virkað tær traditionellu fiskavørurnar, eru farin av knóranum.
Tað fiskavirkið, sum sæst burtur úr øllum hinum fyri síni góðu úrslit í 2009 og 2010, er Tavan í Leirvík.
Jóan Magnus Rasmussen, stjóri í Tavuni, er ikki maðurin við teimum stóru orðunum, men hann upplýsir, at avlopið í 2009 var 10,8 miljónir krónur, og rakstrarúrslitið í fjør var 10,3 miljónir krónur.
- Hetta eru tvey sera góð ár hjá okkum, men í løtuni dugi eg ikki at meta um, hvussu árið 2011 fer at vignast, sigur stjórin í Tavuni í Leirvík.
Eini 60-70 fólk hava arbeitt í gulllaksavirkseminum hjá Tavuni í vertíðini, sum í ár byrjaði tíðliga í apríl og varð liðug tíðliga í oktober.
Nú fyrireikar Tavan seg til at arbeiða upsa, sum er framleiðslan á virkinum í vetrarhálvuni.