2. deild
Tað man vera tungt at vera fótbóltshugaður tvørámaður í hesum døgum. Flaggskipið hjá TB, sum einaferð taldist millum bestu liðini í landinum, tykist fullkomuliga at hava mist flotið, og stríðið í ár tykist so avgjørt ikki at snúgva seg um at sleppa upp aftur í bestu mansdeildina.
B36 komu til Tvøroyri við sterkari manning leygardagin. Fleiri leikarar úr fyrsta liðs hópinum sluppu at royna seg, men kortini byrjaðu gestirnir varliga. Teir lótu TB taka sær av mesta spælinum, meðan teir so sjálvir dúvaðu upp á mótálop, og hetta gav eisini úrstlit, tá Tórálvur Poulsen kundi leggja B36 framum.
Í seinna hálvleiki var virðingin fyri vertunum ikki tann sama, og nú setti B36 seg veruliga á dystin. Teir høvdu fleiri heilt stórar møguleikar at økja um leiðsluna, men ístaðin hendi so tað, sum als ikki mátti henda. Við tíggju minuttum eftir at spæla, javnaði TB, og nú royndu teir brádliga at trýsta seg til sigurs. Hetta var eisini um at eydnast teimum, men enn eina ferð vendi dysturin, tá Ragnar Poulsen ístaðin skeyt sigursmálið fyri B36.
Við sigrinum helt B63 fast um góðu byrjanina, sum felagið hevur fingið. Tveir torførir útidystir ? í Sumba og á Tvøroyri ? hava givið fult stigatal, og saman við skálamonnum hava teirm skapt eina heldur óvæntaða oddaduett.
TB flytur hinvegin tungt, og nú tykist niðurflytingarvandin at spøkja av álvara.
TB-B36 1-2 (0-1)
0-1: Tórálvur Poulsen
1-1: Bárður Dimon
1-2: Ragnar Poulsen 87.