TB ella Mjølnir í finalu ímóti SÍ

Flestu eygu vóru í gjár vend ímóti dystinum í Klaksvík millum kvinnurnar hjá Mjølnir og Drátti, tí taparin misti týðandi stig í FM-stríðnum. Dysturin var sera javnur og spennandi, men Mjølnir vann øll trý settini ? harav tvey, ið máttu upp um 25, áðrenn avgerðin fall!

 

TB hevði á pappírinum lættan útidyst ímóti ÍF, men mátti stríðast meira fyri sakini, enn væntað, og vann eisini greitt til síðst. Somuleiðis hevði Fleyr á heimavølli favorittleiklutin ímóti KÍF, og eftir fleiri soltin umfør vann Fleyr greitt.

 

Hjá monnunum yvirtók Mjølnir aftur oddasessin, ið SÍ hevði lánt síðani mikukvøldið, tá liðið úr Klaksvík á Kambsdali vann á botnliðnum, ÍF. Greitt er longu, at Mjølnir og SÍ koma í FM-finalurnar, men oddaliðið, tá sjálv landskappingin endar, fær heimadyst í einari møguligari triðju finalu.

 

Eik-ligan, kvinnur:

ÍF-TB 0-3 (18-25, 24-26, 14-25)

Mjølnir-Dráttur 3-0 (28-26, 27-25, 25-22)

Fleyr-KÍF 3-0 (25-10, 25-15, 25-6)

 

Eik-ligan, menn:

ÍF-Mjølnir 0-3 (17-25, 22-25, 11-25)