TB skrivaðu um vikuskifti undir sáttmála við enn ein útlendskan spælara. Talan er um Franck Odje Able úr Fraklandi, sum er 23 ára gamal.
- Vit vóna okkum nógv av Franck Odje Able til komandi kappingarár, skrivar heimasíðan hjá TB.
Franck Odje Able hevur verið og royndarvant við TB seinastu tíðina.
- Vit gleðast um, at Franck verður ein partur av Effodeildarhópinum í 2015 og ynskja honum hjartaliga vælkomnan í elsta fótbóltsfelagið í Føroyum, skrivar heimasíðan.