Sigfríður Clementsen er settur at vera bjargingarmaður á Tvøroyri. Nú er tað tætt við, at hann fer at røkka málinum:
-Tað plagar at vera soleiðis, at 26 stig skulu til fyri at varðveita plássið. Vit hava tjúgu stig, og harvið resta tað seks stig. Vit hava mót um, at tað skal eydnast, sigur TB venjarin Sigfríður Clementsen.
Einasti TB spælarin, sum ikki er tøkur, er Poul Ingason. Hann er leikbannaður.
Ímóti B68 er TB stórfavorittur:
-Eftir 5-0 tapið á Argjum mugu vit staðfesta, at plássið hjá okkum er fokið, og at vit næsta ár skulu spæla í næstbestu deildini og har fara undir at byggja nýtt lið. Málið er framvegis, at tað skal eydnast at vinna ein dyst í ár, og tað er við tí í huga, at vit fara suður, sigur B68 veteranurin Jóhan Dávur Højgaard.
Esmar Clementsen og Líggjas Bjartalíð eru skaddir og tískil ikki førir fyri at spæla ídag.
Báðir undanfarnu dystirnir millum TB og B68 hava verið á Toftum, og í báðum førum var úrslitið javnleikur – 1-1 og 3-3.