TB er tyktað

Umframt at vera sent úr steypakappingini hevur FSF álagt teimum á Tvøroyri at rinda bót

Teir á Tvøroyri vóru neyvan glaðir fyri tað, tá teir kendu seg noyddar at geva avboð til tveir dystir í bólkaumfarinum í kappingini um løgmanssteypið.

Tað var føroyskur fótbóltur í síni heild heldur ikki, og nú hevur kappingarnevndin hjá FSF tikið tær avleiðingar av støðuni hjá TB, sum teir sambært grein 37 í kappingarreglunum fyri fótbólt halda seg eiga at gera.

Í fráboðan til TB mánadagin verður sagt, at TB er koyrt úr kappingini fyri løgmanssteypið í ár. Harafturat skal TB rinda seks túsund krónur í sekt ? trý túsund krónur fyri hvønn dystin, sum teir ikki møttu.

Fyri hini feløgini, sum vóru í bólki saman við TB ? FS Vágar, GÍ og HB ? kennist avgerðin hjá FSF á tann hátt, at øll málini, sum eru skorað í dystunum móti TB, nú verða strikað í støðutalvuni. Hesi liðini verða sett at fáa trý stig fyri hvønn dyst, sum tey skuldu havt spælt móti TB, og stigini verða vunnin við málmuninum 0?0.

Hetta fær tó ikki týdning fyri støðuna í bólkinum, tí er talan um javnstøðu í stigum, verða innanhýsis dystirnar fram um málmunin.


Í kvøld skulu GÍ og HB spæla útsettan dyst í Gøtu. Undan hesum seinasta dystinum í bólki trý er støðan nú henda: