TB er væl trimmað í Fuglafirði

Hjá ÍF er miðverji leikbannaður og málverji skaddur

Klokkan 15  verður sonn finala um at sleppa undan niðurflyting í Fuglafirði. TB er gestur hjá ÍF. Bæði liðini hava 16 stig, og um annað liðið fer av vøllinum í Fløtugerði við ongari úrtøku, so verður vónin fyri at varðveita plássið í bestu deildini lítil ella rættari eingin.

 

Longu undan dystarbyrjan er tað greitt, at í hvussu so er annað av hesum feløgunum fer at flyta niður.

 

TB liðið hevur allar spælararnar tøkar. Eisini Musah Armah sum seinast var leikbannaður. Álopsspælarin Onyekachi Hope Ugwuadu er saman við fleiri ungum monnum á beinkinum.

 

Hjá ÍF er Jan Ó. Ellingsgaard leikbannaður, og málverjin Tóri Traðará er skaddur.