B36-TB 7-0 (3-0)
Løgmanssteyp
Tað, sum alt fyri eitt varð mett, tykist nú at vera ein sannroynd hjá TB, hóast vit enn bara eru komin hálva leið í bólkaspælinum.
Eftir at hava tapt stórt móti ávíkavist HB og GÍ, skuldu tvørámenn hesa ferð til Havnar, og søgan her var ikki stórt øðrvísi, enn hon hevur verið undanfarnu dystirnar.
B36 vann ein tryggan 7-0 sigur, har merkisverdu fyribrgdini heldur vóru at finna í uppstillingini hjá havnarmonnunm, heldur enn í sigrinum sjálvum. Í øllum førum man tað vera langt síðani, at Jan Guttesen hevur tikið til takkar við at byrja á beinkinum, men saman við eitt nú Bjarna Prior og Heðin á Lakjuni var hetta hansara lutur leygardagin.
Hetta sigur helst eisini nakað um, hvussu sterkur hópurin hjá árstalsfelagnum tykist vera í ár, men samstundis er vert at leggja til merkis, at millum leikararnar á vøllinum taldust onkrir av ungu leikarunum, sum eru uppaldir í felagnum.
Alt tykist avgjørt
Spurningurin er so, um hetta sigur nakað um, hvussu liðið fer at spæla í ár, tí mest av øllum tykist bólkaspælið at vera eitt tíðarskeið, har sterkaru liðini hava høvi at eksperimentera nakað við liðnum. Enn er bara komið hálva leið, men longu nú tykist í flestu førunum greitt, hvørji liðini verða, sum sleppa víðari úr bólkaspælinum.
Spurningurin er sostatt bara, í hvørjari raðfylgju hesi koma víðari, og tað tykist so at vera ein spurningur, har TB ikki skal hava tað stóra at siga.
Dysturin í tølum
B36-TB 7-0 (3-0)
1-0: Kenneth Jacobsen 4.
2-0: Klæmint Matras 22.
3-0: Jákup á Borg 28.
4-0: John Petersen 58.
5-0: Jákup á Borg 60.
6-0: Heðin á Lakjuni 82.
7-0: Jens Kristian Hansen 83.