Tá B36 undan kappingarbyrjan keypti Gilla Sørensen leysan úr TB, fóru øll rættindi til Havnar við skjóta vonginum. Tað sigur formaðurin í TB, André Dalfoss, við in.fo í dag.
- Vit fáa einki burturúr Gilla. Avtalan við B36 bleiv gjørd áðrenn mína tíð, men hon merkir, at vit fáa einki fyri Gilla, staðfestur formaðurin í TB.
B36 rindaði, sum skilst, áleið 35.000 krónur fyri Gilla undan kappingarbyrjan, sum fyri ein stóran part er uppaldur í TB. Hetta er ein skipan, sum skal tryggja feløgunum, ið uppala spælarar eina samsýning, tá teir velja at skifta.
In.fo skrivaði fyrr í dag, at B36 og AaB eru komin ásamt um ein prís fyri Gilla Sørensen, sum er áleið 150.000 krónur. Gilli Sørensen er í løtuni í samráðingum við AaB um ein sáttmála.