TB fær kendan styrk

Betri deildin menn: Fyrrverandi verjuspælari hjá B68 hevur skift til TB

TB boðar frá, at felagið hevur gjør sáttmála við pólaska verjuspælaran, Chris Jastrzembski. Hann spældi í 2021 við B68, har hann eisini var fysioterapeutur.

 

- Chris Jastrzembski hevur skrivað undir sáttmála við TB fyri 2023 og eru vit sera fegin um tað, tí Chris hevur drúgvar royndir og hevur víst sera góðar dygdir, nú hann hevur verið og royndarvant, skrivar TB og leggur afturat:

 

- Chris er 26-ára gamal og hevur enntá royndir í bestu føroysku deildini, tí hann er noteraður fyri 23 dystir fyri B68, har hann spældi í 2021, áðrenn hann fór til Íslendska Selfoss. Annars hevur Chris mest spælt í lægru týsku deildunum, áðrenn hann varð kunngjørdur á Svangaskarði.

 

Umframt Chris Jastrzembski er danski málverjin, Anders Hoff, eisini leigaður úr AC Horsens.