TB fingið flúgvandi byrjan

Flogbóltur: Alt bendir á, at besta kvinnudeildin í vetur fer at snúgva seg um TB og so hini. Í øllum førum hava TB-kvinnurnar fingið best hugsandi byrjan uppá kappingina. Leygardagin vunnu tær 3-0 á Giljanesi móti føroyameistarunum Drátti

 

Dráttur-TB 0-3 (11-25, 13-25, 23-25)


Tað er eingin ivi um, at TB-kvinnurnar ætla sær okkurt stórt í ár. Tvey tey fyrstu umførini av landskappingini hava tær vunnið sannførandi á útivølli móti teimum báðum liðunum, ið endaðu ovast og næstovast seinasta kappingarár. Útidystirnir móti Mjølni og Drátti síggja á pappírinum út til at vera teir torførastu dystirnir, og báðir eru vunnir 3-0.

Leygardagin var TB vesturi í Vágum og spældi móti Drátti. Tær vunnu fyrsta sett so trygt sum 25-11, og tað næsta vunnu tær 25-13. Triðja sett var eitt sindur javnari, men endaði 25-23 til TB, sum sostatt vann dystin.


Góðar móttøkur

Størsti munurin á liðunum leygardagin var ivaleyst í móttøkunum. Her vóru TB-kvinnurnar og serliga Maja Popovich nógv stinnari, og av tí sama lá eisini betur fyri hjá teimum at fáa gongd á álopsspælið. Og tað lá enntá so væl fyri, at rumenska Lili Popescu sat á beinkinum ein stóran part av øðrum setti og alt triðja sett.

Hjá Drátti gekk einki serligt. Sum vit fyrr hava nevnt, hava tær mist fleiri av leikarunum, sum áttu stóran part í meistaraheitinum, sum varð vunnið í vár. Serliga man saknurin í teimum báðum landsliðsleikarunum Helgu Nordendal og Gerdu Nattestad vera stórur. Hevarin Torgunn Jónsdóttir var við aftur leygardagin, men hon hevur einki vant og er tí langt frá vanliga forminum.

Fyri TB sær tað sera ljóst út, og hjá teimum ræður mest um at halda høvdið kalt og ikki hugsa ov langt fram í tíðina. Tær hava frí næsta vikuskifti, men um tvær vikur kemur Fleyr suður. Hetta verður fyrsti heimadystur hjá TB-kvinnunum í hesi kappingini, og tær kunnu ivaleyst rokna við dyggari áskoðaraundirtøku til tann dystin, nú tær hava fingið so góða byrjan uppá kappingina.