Bolt.fo skrivar, at TB hevur fingið tilgongd av lokala Rógva Joensen og nigerianska áleyparanum, Onyekachi Hope Ugwuadu. Rógvi Joensen er tøkur til ólavsøkudystin, men tað er óvist um pappírini hjá Onyekachi Hope Ugwuadu verða klár til dystin.
Rógvi Joensen er 30 ára gamal og er uppvaksin í TB. Hann hevur búð uttanlands og hevur í fleiri førum verið partur av hópinum hjá TB. Hann hevur eisini verið liðskpari hjá TB.
Sambært góðum keldum hjá bolt.fo, so hevur TB eisini fingið nýggjan álopara. Tað er 26 ára gamli Onyekachi Hope Ugwuadu, sum hevur spælt í norskum fótbólti. Bolt.fo skrivar, at hann er sambært Transfermarkt er hann skrásettur fyri 41 dystir og trý mál í bestu deildini í Norra, og 66 dystir og 16 mál í næstbestu deildini í Norra.
TB spælir 29. juli móti ÍF á Tórsvølli.