TB framvegis á odda í meistaradeildini hjá kvinnum

Tríggir dystir í meistaradeildini hjá kvinnum, vóru leiktir um vikuskiftið. Sum úrslitini lagaðu seg er Dráttur av álvara farið
at blanda seg í oddinum

flogbóltur

Fríggjakvøldið hevði verandi meistararnir úr ÍF vitjan av Drátti. Í endaspælinum hevur tað gingið væl hjá Drátti og fyri tveimum vikum síðan vann liðið Mjølnir- kappingina og tryggjaði sær harvið sætið í steypafinaluni. Verandi meistararnir hava ikki somu styrki sum í fjør og tað hevur ikki gingi eftir vild hjá ÍF. Tað stóð eitt triðja pláss uppá spæl fríggjakvøldið og harvið kundi vinnandi liðið eisini verða við til at mynda toppin í meistaradeildini.
Sjálvur dysturin var sera spennandi og sigurin kundi fari báðar vegir, men tað vóru tær úr Drátti, ið drógu longra stráðið. Dráttur vann 3-2.
Fyrsta sett var javnt, liðini skiftust um at hava leiðsluna, men Dráttur vann at enda settið 25-22. Í øðrum settið vóru tær úr Drátti klárt omaná og tær vunnu eisini annað sett 25-17. Triðja sett var ein sannur gysari, sum endaði 26-24 til ÍF. Fjórða sett var eisini javnt og her vísti ÍF góðan moral og tær vunnu at enda 25-22. Síðan var farið út í eitt fimta og avgerandi sett. Her vóru tær úr Drátti meira avgjørdar og tær vunnu fimta sett 15-8 og harvið dystin 3-2.
Við sigrinum er Dráttur á triðja plássi við átta stigum og einasta veruliga hóttan fyri TB og Mjølnir, sum hava verið suverenar higartil í kappingini. Fyri ÍF kom tapið sera illa við, nú er munurin upp til oddaliðið TB seks stig og tað verður meira enn trupult at innheinta aftur.
Botnliðið Fleyr hevði vitjan av oddaliðinum TB. Hetta vísti seg at verða ein avgreiðslu spurningur fyri TB. TB vann sannførandi 3-0 útisigur við settúrslitunum 25-11 25-18 og 25-14. Við sigrinum er TB framvegis á odda í meistaradeildini hjá kvinnum.
Í KÍ-høllini spældu Mjølnir og KÍF. KÍF kundi einki stilla upp ímóti Mjølni, sum vann tryggan 3-0 við settúrslitunum 25-16 25-17 og 25-21.
Støðan í meistaradeildini hjá kvinnum er nú tann, at TB er á odda við 12 stigum, Mjølnir hevur 10 stig og Dráttur hevur 8 stig. Síðan koma ÍF við 6 stigum, KÍF við 5 stigum og niðast er Fleyr við 1 stigi.