Útbúgving og gransking kunnu skapa fólkavøkstur

Sólvit Emilsson Nolsø
----------------------

Heini í Skorini hevði 9/10/13 eina grein í Sosialinum, har hann vísti á skeivleikan í aldursbýtinum í føroyska sam­felagnum. Hann vísir á, at vit nú nærkast einari helvt-um-helvt støðu, har tað verða eins nógv fólk yvir fjøruti ára aldur, sum tað verða undir fjøruti ára aldur.
Tað er ein álvarslig støða, tí um gongdin heldur fram, so verða tað um nøkur ár ov fá á arbeiðsmarknaðinum at upphalda teimum nógvu, ið ikki eru á arbeiðs­markn­aði­n­um.
Loysnin er ikki einføld. Hvussu skulu vit kappast við alt tað, ið londini rundan um okkum hava at bjóða? Fólk fara hagar, ið fólk eru, og tí verður tað alsamt truplari at fáa fólk hendaveg, um tað eru so fá frammanundan.
Vit verða noydd at taka kappingina upp við londini rundanum okkum.
Fólkaflyting og Fólka­vøkstur er ein frálík heildar­ætlan, ið Vinnu­málaráðið hev­ur latið gjørt. Hon vísir á fleiri átøk, ið kunnu venda skeivu gongdini. Átøkini eru mong, men eg fari at taka eitt burturúr: útbúgving og gransking.
Tað er eingin ivi um, at Fróð­skaparsetrið hevur al­stóran týdning fyri før­oyska samfelagið, tí hvar aðra­staðni kunnu vit vænta, at gransk­ingin tekur støði í føroyskum viðurskiftum? Játtanin er hækkað í fíggjarlógini 2014, og tað er gleðiligt, men enn er langt á mál. Politikarar skulu tora at satsta nógv og hugsa stórt.
Við eini miðvísari menning av Setrinum, umhvørvinum og lærugreinum tess kundi mann skapt eitt livandi sent­ur, ið var ein magnet fyri lesandi allastaðni frá. Sjálvur las eg saman við næmingum úr øllum heimshornum, og sjálvandi skal mann leggja hart út at fáa tey hendaveg. Eitt gott og nógv brúkt dømi er lærustovnurin í Tromsø, ið eftir hondini er blivið eitt altjóða universitet.
Næmingar leggja nógv­ar pengar eftir seg, og ongan­tíð betur, um vit fingu næm­ingar at leggja pening eftir seg í Føroyum heldur enn aðrastaðni.
Gransking skapar við­kom­andi vitan, sum er týdn­ingarmikil fyri eitt hvørt samfelag. Um vit kundu gjørt vart við ein hægri læru­stovn, ið framleiddi góða og virðismikla vitan á einum altjóða støði, so byrjaðu gransk­ingarpengar eisini at koma henda veg. Hetta skapti so eisini arbeiðspláss, ið hevði við sær, at fólk við hægri útbúgving høvdu ein møguleika at koma hendaveg at brúka sína vitan og útinna sítt avrik her.
Í øðrum londum, eru hægri lærustovnar ofta stór ar­beiðspláss, ið eru sera týdn­ingarmikil fyri lokalu økini.
Ongantíð meir enn nú er tað blivið týdningarmeiri at menna Setrið og bjóða øðrum av. Málið eigur at vera, at Fróðskaparsetrið skal vera eitt gott og kappingarført alternativ til tey, ið hava hug at koma norðeftir at nema sær útbúgving. Vitan og gransk­ing verður alt meira virðis­mikil sum 'brand' og vinn­uøki, og Føroyar kunnu verða við í hesi kapping. Spenn­­andi útviklingin í arkt­iska økinum er eisini nak­að, ið vit eiga at gerast ein part­ur av.
Nógvar avbjóðingar fylgja við hesum. Millum ann­að eitt kampus-øki, bústaðar­møguleikar og tiltøk at fara til uttanfyri skúlan, men tað ger tað bara alt meira spenn­andi!