Útbúgvingar og skúlar í Føroyum:

Føroya Fólkaháskúli

Háskúlin skipar árliga fyri eini rúgvu av skeiðum. Høvuðsskeiðið í 2011 varar eina lestrarhálvu frá 16. august til 17. desember. Umframt felagstímar og vallærugreinir eru eisini evnisdagar og -vikur við krevativum verkstøðum, filmi, námsferðum og útnorðurbreyt, saman við grønlendskum og íslendskum næmingum.
Á Háskúlanum ert tú í einum felagskapi, har lívsroyndir telja líka nógv sum fakligur førleiki. Tað er hugurin at læra, sum verður dyrkaður. Tað er eingin próvtøka, og tú skalt vera fyltur 17 ár, tá skeiðið byrjar.
Á Háskúlanum krevst, at tú rindar eitt skúlagjald fyri vistarhald, undirvísing og námsferðir, men landið letur eina knappa helvt av skúlagjaldinum fyri hvønn næming.
Á várið 2011 skipar Háskúlin eisini fyri sonevndum stuttskeiðum. Tey eru eftirføðingarskeið,pensionistaskeið, seniorskeið, familjuskeið og summarskeið fyri útlendingar sum vilja uppliva Føroyar og læra um føroyska mentan. Harumframt skipar skúlin fyri telduskeiðum á byrjunarstøði og ymiskum kreativum verkstøðum - glasbrenning, skapandi skriving og øðrum.

www.háskulin.fo

----------------

Heilsuskúlin

Á Heilsuskúla Føroya kanst tú útbúgva teg til heilsuhjálpara og heilsurøktara.
Útbúgvingin til heilsuhjálpara tekur 1 ár og 3 mánaðir, har skift verður ímillum at vera í skúla og úti í starvslæru á stovnum og røktarheimum. Til heilsuhjálpara krevst 9. flokkur + eitt ára starvsroyndir ella prógv frá 10. flokki. Sum útbúgvin heilsuhjálpari kanst tú útbúgva teg víðari til heilsurøktara. Starvspláss hjá heilsuhjálparum eru til dømis Nærverkið, Ellis- og røktarheim, sambýli ella starv sum stuðul.
Í Heilsurøktaraútbúgvingini, sum tekur 1 ár og 10 mánaðir, er helvtin ástøði og helvtin starvsvenjing. Til heilsurøktara krevst heilsuhjálparaútbúgving ella onnur útbúgving og arbeiðsroyndir, ið svara til heilsuhjálparaútbúgvingina í longd. Sum heilsurøktari kanst tú fara víðari til fysioterapeut, ergoterapeut, sosialráðgeva ella námsfrøðing. Eisini ber til at fara víðari til sjúkrarøktarfrøðing í Danmark. Enn ber ikki til at fara beinleiðis víðari til sjúkrarøktarfrøðing í Føroyum. Hetta kemst av, at sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin í Føroyum er á hægri støði (bachelor of science) enn tann í Danmark (proffensiónsbachelor). Starvspláss hjá heilsurøktarum eru t.d. Nærverkið, ellis- og røktarheim, sambýli, sjúkrahúsverkið og psykiatriska økið.
Tað eru bæði kvinnur og menn, ið ganga á Heilsuskúlanum. Býtið millum kynini er soleiðis, at flest kvinnur taka útbúgvingarnar. Tò eru alsamt fleiri menn, ið søkja.
Heilsuskúlin húsast í nýggja skúladeplinum í Hovi, har eisini studentaskúlin í Suðuroy heldur til.
www.heilsuskulin.fo
---------------
Húsarhaldsskúli Føroya

Húsarhaldsskúlin hevur hvørt heyst eitt langt húsarhaldsskeið, sum varar 26 vikur. Har er frálæra í lærugreinum sum praktisk matgerð, føðslulæra, vørukunning, orkurokning, kostsamanseting og dygd, brúkaralæra, reinføri, samfelagslæra, fyrstahjálp, brandskeið og eisini verður kunnað um onnur evni í samráð við næmingarnar. Frálæra er eisini í aerobic og drama, og arbeitt verður tvørfakliga við ymsum verkætlanum.
Á hondarbeiðsøkinum eru fjølbroyttar lærugreinar, eitt nú seyming, leður- og skinnarbeiði, brodering, føroysk bond, silkimáling og patchwork.
Næmingarnir skulu vera fyltir 16 ár, áðrenn skúlin byrjar, og næmingarnir búgva á skúlanum. Skúlin hevur búpláss fyri 21 næmingum.
Í frítíðini er virksemi ein týðandi partur av uppihaldinum, og skipað verður fyri hugnakvøldum einaferð um mánaðin. Tá skúlagongdin er liðug verður endað við eini stórari framsýning.

Skeiðsvirksemi.
Í várhálvuni bjóðar skúlin ymisk styttri skeið. Til dømis er skeið í heilsugóðum mati og hondarbeiðsskeið, har undirvíst verður í seyming av vesti, koti og buksum og brodering til føroyska búnan.
Styttru skeiðini eru skipað bæði sum vikuskiftiskskeið og sum vikuskeið. Skeiðini eru afturvendandi, og skeiðsluttakararnir koma úr øllum landinum.

www.husarhaldsskulin.fo

-----------

Vinnuháskúlin

Vinnuháskúlin bjóðar fýra útbúgvingar: skipara, skipsførara, maskinist og maskinmeistara, umframt fleiri ymisk skeið.
Upptøka av næmingum fer fram tvær ferðir um árið, eftir nýggjár og eftir summarfrítíðina. Somuleiðis er próvtøka tvær ferðir um árið til allar útbúgvingar.

Maskinmeistari:
Maskinmeistaraútbúgvingin tekur 3 ár. Hon er bygd upp sum ein modulskipan, har modulini vara eitt hálvár. Hvørt hálvár verða undirvísingarmodul koyrd sum í flestu førum enda við próvtøku við endan á hálvárinum. Næsta hálvár eru onnur modul. Útbúgvingin gevur førleika til at fáa sjóvinnubræv, tá ið krøvini um stravsvenjing eftir manningarlógini eru lokin. Hetta gevur rættindi at sigla sum maskinmeistari, samsvarandi starvsvenjing.

Maskinist:
Maskinistútbúgvingin tekur 9 mánaðir. Her ganga næmingarnir fyrst í skúla í hálvt ár og fáa undirvísing í teknisku lærugreinunum. Eftir próvtøku í teknisku lærugreinunum verða neyðug skeið tikin og hetta tekur umleið 3 mánaðir.
Útbúgvingin gevur førleika til at sigla við rang upp til 2. maskinmeistara á øllum skipum, og sum maskinstjóri við skipum, ið hava eina framtøkumegi á 2999 kW. Til hetta krevst tó neyðuga starvsvenjingin.

Skipari og Skipsførari:
Skúlagongdin til skipara tekur hálvtannað ár. Upptøkukravið til skipara er, at tú hevur minst 12 mánaða samlaða siglingstíð við skipum yvir 20 BT. Harafturat krevst góðkend sjón- og hoyrnarroynd (bláabók), sum er yngri enn trý ár, og fráfaringarroynd fólkaskúlans, har viðkomandi lærugreinar skulu hava próvtalið 6 í minsta lagi.
Upptøkukravið til skipsførara er, at tú hevur staðið útbúgvingina til skipara. Skúlagongdin til skipsførara tekur hálvtannað ár, umframt skipara útbúgvingina, tað vil siga trý ár tilsamans. Fyri at fáa vinnubræv sum skipari krevst tilsamans 24 mðr siglingartíð og til skipsførara tilsamans 36 mðr siglingartíð. Eisini krevst góðkend sjón- og hoyrnarroynd (bláa bók), sum er yngri enn trý ár.
Skúlin lýkur STWC-krøv, og tað merkir, at útbúgvingarnar eru á altjóða støði og geva atgongd til arbeiðspláss um allan heim. Í dag ganga yvir 270 næmingar á skúlanum.

Skeið:
Vinnuháskúlin stendur eisini fyri nógvum skeiðsvirksemi, t.d. eru skeið fyri sjófólki, til dømis eftirútbúgving í heilsulæru, flutningur við vandamiklum farmi, radioskeið, ARPA og onnur.
Eisini verða brandsløkkingarskeið hildin við Áir. Har verður skipað fyri eldsløkkingarskeiðum bæði fyri sjófólki, sløkkiliðsfólki og fyri virkjum, stovnum og einstaklingum. Umframt føstu skeiðini ber eisini til at fáa tillagað serlig skeið eftir tørvi.

www.vinnuhaskulin.fo

------------------
Fiskivinnuskúlin

Fiskivinnuskúlin í Vestmanna er ein alternativ miðnámsútbúgving, sum leggur serligan dent á náttúru og tilfeingi og gevur atgongd til víðari lesnað á hægri lærustovnum í Føroyum og uttanlands.
Skúlin húsast í nýggjum hølum á gomlu ferjuleguni í Vestmanna. Eftir nógv ár í trongum hølum er Fiskivinnuskúlin nú sera nýmótans, og hann er útgjørdur við øllum hugsandi hentleikum.
Umframt vanligu skúlaundirvísingina verður eisini farið út í vinnuna og út í náttúruna av og á. Til dømis verður vitjað á almennum stovnum og virkjum av ymsum slag.
Útbúgvingin gevur eitt HIF-prógv, sum kann sammetast við HH- og HT-prógv. Felags fyri hesar tríggjar útbúgvingar er, at talan er um yrkisgymnasialar útbúgvingar. Prógvið gevur sostatt førleikar bæði til vinnulívsarbeiði og hægri lestur. Undirvísingin er skipað soleiðis, at fyrsta árið er eitt støðisár og síðani eru tvey ár við bæði vallærugreinum og kravdum lærugreinum.
Á Fiskivinnuskúlanum verður undirvíst í yrkisgymnasialum lærugreinum á C-, B- og A-stigi, men annars leggur skúlin serligan dent á tilfeingi, náttúru, íverksetan og verkætlanararbeiði. Fiskivinnuskúlin tekur ein flokk inn árliga, og hann byrjar eftir summarferiuna. Tað vil siga, at 24 næmingar byrja hvørt summar.

www.fiskvest.fo
--------------

Kvøldskúlin
Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli hevur eina ørgrynnu av ymsum skeiðum, bæði bókligum og kreativum. Flestu skeiðini eru ársskeið, sum byrja eftir summarferiuna, men nøkur eru eisini, sum byrja eftir nýggjár. Alt fleiri ynskja styttri skeið, ið eru ymiskar tíðir á degnum, og sum skifta ofta. Tí bjóðar Kvøldskúlin eisini fram eina røð av styttri skeiðum, vikuskiftisskeiðum, morgunskeiðum og skeiðum fyri 2 ættarlið

Skeiðini eru býtt í tríggjar bólkar: "Almenn frítíðarundirvísing", sum er fyri øll yvir 14 ár. "Serstøk frítíðarundirvísing", sum fevnir um royndarfyrireikandi undirvísing, serundirvísing og yrkiskenda undirvísing fyri øll, sum eru fylt 14 ár. At enda bjóðar kvøldskúlin eisini "frítíðarvirksemi", sum er fyri børn og ung undir 25 ár. Kvøldskúlin skipar harumframt eisini fyri undirvísing fyri tilflytarar, eins og nakrar lærugreinar eru fyri fólk við skerdum førleikum. Millum nýggju tilboðini eru skeið fyri orðblind, fyri skrivi- og lesiveik og skeið í teknmáli.

Á kvøldskúlanum kanst tú ganga til alt frá ættargransking, foto, glaslist, ymisk mál, blindskrift, svimjing, smíð, matgerð, ja, har eru heilar 183 ymsar lærugreinar í at velja. Skúlaárið fylgir í stóran mun fólkaskúlanum, tó við ávísum undantøkum. Til dømis eru á hvørjum ári ymisk summarskeið. Skeiðini á almennu frítíðarundrivísingini enda við eini stórari framsýning pálmasunnudag.

Skeið við próvtøku:
Kvøldskúlin bjóðar eisini sonevnd "royndarfyrireikandi skeið". Hetta eru lærugreinar á bæði 9. og 10. floksstigi, umframt ymsar lærugreinar á HF stigi. Hetta er eitt tilboð til teirra, ið vilja bøta um próvtalið, soleiðis, at tey kunnu sleppa undir víðari lesnað. Tey, ið hava vánaligt prógv, kunnu sostatt fáa ein eyka møguleika á kvøldskúlanum. Møguleiki er eisini at supplera, um tær manglar onkra lærugrein fyri at sleppa inn á dreymaútbúgvingina. Skeiðini verða tillagað alt eftir, hvør áhugin er.
Eisini skipar kvøldskúlin fyri skeiðum fyri orðblindum, soleiðis, at tey fáa lættari við at koma víðari.
Á martima økinum bjóðar kvøldskúlin Dugnaskaparroynd í sigling og VHF-skeið.
Skeiðini í serstakari frítíðarundirvísing enda við próvtøku.
Tórshavnar Kvøld- Ungdóms- og Listaskúli er bæði í Havn, Kollafirði, á Velbastað og í Nólsoy.
www.kvoldskulin.fo

----------------------

Skúlin við Áir
Skúlin við Áir er stovnaður fyri at geva vinnutarnaðum møguleika at skúla ella umskúla seg til at fara útbúgvingarvegin.
Skúlin er fyri tey, ið hava rørslutarn og/ella lættari persónligar, sinnisligar ella sosialar trupulleikar.
Skúlin strembar eftir at menna næmingarnar og sjálvsálit teirra, so at teir kunnu koma aftur í tær avbjóðingar, sum samfelagið býður, og at teir har kunnu kenna seg væl. Alt virksemi er vent móti føroyska samfelagnum soleiðis, at næmingarnir skulu kunna koma aftur á føroyska arbeiðsmarknaðin.?Skúlin hevur mangar og drúgvar royndir við endurbúgving, og tað er út frá hesum fyritreytum, at farið verður til verka.
Skúlin við Áir bjóaðr fráfaringarroynd fólkaskúlans (9. ella partvíst 10. floks prógv) og støðisútbúgving innan handil og skrivstovu (FHS -prógv) Møguleiki er eisini at taka einstakar lærugreinar.
Skúlin er kostskúli og møguleiki er at búgva á kostdeildini.

www.dugni.fo
----------
Klaksvíkar Sjómansskúli
Klaksvíkar Sjómansskúli
Sjómansskúlin í Klaksvík bjóðar tríggjar útbúgvingar.
Skiparaútbúgvingin tekur 1,5 ár. Skiparaútbúgvingin gevur rætt til at vera stýrimaður og skipari á øllum støddum av fiskiskipum. Eisini gevur skiparaprógvið rætt til at vera stýrimaður ella skipari á handilsskipum upp til 3000 BT.
Fyri at sleppa inn á skiparaútbúgvingina krevst 12 mánaða samlað siglingartíð við skipum yvir 20 BT, tó 3 mánaðir av hesum við fiskiskipum yvir 20 BT. Harumframt krevst sjón- og hoyrnarroynd (bláa bók), ið er yngri enn 3 mánaðir. Hevur tú tikið Sjóvinnuskúlan, so gevur tað 9 mánaða siglingartíð.
Frálæra á sjóvinnuflokkinum tekur seks mánaðir, og tikið verður inn í januar og í august. Útbúgvingin svarar til tað, sum í Danmark eitur Søfartsskolen, og sum í Danmark er kravt fyri at kunna mynstra. Her heima verður útbúgvingin í stóran mun tikin av teimum, ið ætla sær víðari til navigatør. Hetta skúlaskeiðið gevur gott grundarlag undir víðari nautiskari útbúgivng. Fleiri av næmingunum taka umframt sjóvinnuflokkin eisini dugnaskapasskeið í sigling, sum gevur loyvi at føra bátar upp til 100 tons út á 30 fjórðingar.
Kokkaútbúgvingin, sum hevur verið á Klaksvíkar Sjómansskúla er tikin av, og í staðin ber til at taka matvørútbúgvingina, sum Tekniski Skúli í Klaksvík bjóðar. (sí opnuna um Tekniska skúla)
www.klaknav.fo
----
Studentaskúlar:

Føroya Studentaskúli og HF-skeið: www.hoydalar.fo
Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy: www.shey.fo
Miðnámsskúlin í Suðuroy: www.midnam.fo


Handilsskúlar:
Føroya Handilsskúli á Kambsdali: www.fhk.fo
Føroya Handilsskúli í Havn: www.fh.fo