- Bygnaðarbroytingarnar skulu gagna maritimu útbúgvingarskipanini, soleiðis at vit fáa lyft skipsførara- og maskinmeistaraútbúgvingarnar á eitt hægri støði. Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, fegnast um, at tað loksins eru tikin ítøkilig stig til at fremja tær bygnaðarbroytingar, sum eitt nú samgonguskjalið hjá sitandi samgongu leggur upp til.
- Eg vóni, at vit fáa eitt gott samstarv við skúlarnar og Maritima Útbúgvingarráðið um at fyrireika ætlaðu broytingarnar av útbúgvingunum.
Landsstýriskvinnan leggur dent á, at útbúgvingarnar skulu lúka altjóða krøv og heldur, at bygnaðarbroytingarnar fara at gagna maritimu útbúgvingarskipanini, soleiðis at vit fáa lyft skipsførara- og maskinmeistaraútbúgvingarnar á eitt hægri støði við Fróðskaparsetrinum í rygginum, sum hon tekur til.
Helena Dam á Neystabø sigur seg eisini fegnast um, at ein sterkur maritimur útbúgvingar- og skeiðsdepil verður skipaður í Klaksvík við einum breiðum og væl skikkaðum lærarahópi.