Útbúgvingarvirðisløn til Hans Olivur

Á aðalfundinum hjá Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara varð á fyrsta sinni ein útbúgvingarvirðisløn latin, og hana fekk Hans Olivur Joensen, tónleikalærari. Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara hevði aðalfund seinasta fríggjadag, har nýtt stýrið varð valt, og tað hevur skipað seg soleiðis:

Kári Jespersen formaður

Birgitte Arent næstforkvinna

Poul Erik Smedemark kassameistari

Gerda Holm Poulsen skrivari

Henriette Svenstrup stýrislimur

Á aðalfundinum læt YF útbúgvingarvirðisløn á fyrsta sinni. Virðislønin varð latin Hans Olivur Joensen tónleikaralærara

Kári Jespersen formaður handaði Hans Olivur Joensen virðislønina og segði millum annað:

Stýrið í Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara hevur gjørt av at handa Ùtbúgvingarvirðisløn á hvørjum ári hereftir, tá ið Stýrið finnur hóskandi evni. Hetta skal verða ein fráboðan frá YF, ein rødd frá YF og miðnámsskúlaøkinum sum heild:

ein fráboðan um tað fakfelagspolitiska; men eisini rødd, ið sigur frá, hvørji vit eru petagokiskt og fakliga; hvat vit fáast við og hvat vit halda um tað, ið fer fram á og kring miðnám í Føroyum.

Í ár fara vit at handa virðislønina til persón, ið hevur verið ein høvuðsstuðul at skipa fyri tiltøkum, ið hava skapað ans millum fólk og sett sjóneykuna á, hvat ið fer fram á miðnámi. Tað fløvar, at miðnámsskúlanæmingar og miðnámsskúlalærarar sjónliga gera seg galdandi í samfelagnum. Her hugsað vit um, at hava fólk verið ovfarin og bergtikin av, hvat miðnám hevur megnað hesar framførslur. Mong hava verið rivin við av, hvussu væl hetta hevur verið avgreitt og hvussu væl sangir, tónleikur og framseting hava verið frágingin.