TB hevði ongar trupulleikar á Eiði

Fótbóltur, 2. deild: Tvørámenn ætla sær upp aftur í 1. deild. Teir byrjaðu við at vinna 3-0 á EB/Streymi

Serliga í fyrra hálvleiki koyrdi spælið væl hjá tvørámonnum, sum byrjaðu 2. deild móti EB/Streymi á Eiði.

Hinvegin bleiv seinni hálvleikur heldur rótutur, og teir í TB kunnu ikki vera nøgdir við avrikið seinnu 45 minuttirnar.

Heimaliðið hevði lítið at vísa á, og tað nærmasta, teir komu einum máli, var ein roynd, sum endaði á stongini.

Heimafturvendi Eyðun Gullok Svalbard setti hol á við skallara eftir hornaspark, og Einar Petersen økti úr spískum vinkli.

Í seinna hálvleiki staðfesti Óli Johannesen 3-0 sigurin við brotssparki stutt áðrenn dystarlok, eftir at unglingaspælari Hallur Christiansen varð feldur.

TB hevur skift nógv út á liðnum síðani niðurflytingina í fjør. Liðskiparin í 1998, Pól F. Joensen, er givin. Tað sama er málverjin Rolf Christiansen, og Hans Hammer er heldur ikki við í ár. Tórður Holm spælir við VB, so nógvar av royndu kreftunum eru burtur.

Óli Johannesen er framvegis við, og Eyðun Gullok Svalbard er komin aftur, eftir at hann royndi seg í Royn ein part av kappingini í fjør.

Næsta vikuskifti spælir TB á Sevmýri móti LÍF, og tað kann gerast ein áhugaverdur dystur.

EB/Streymur skal til Gøtu at spæla móti GÍ.