Kappingarárið í Effo-deildini er nú av álvara farið at nærkast endanum. Bert seks dystir resta í, til ein avgerð verður fallin um tær ymisku plaseringarnar sum eru í deildini.
Vit hava í dag hugt eftir, hvat lið hevur skikkað sær ringast í Effo-deildini higartil í ár, umframt hvat lið hevur skikkað sær best.
Tendensurin er ofta tann at tey niðaru liðini fáa heldur fleiri sektarstig enn tey ovaru liðini, og í so máta er einki øðrvísi her hjá okkum.
Ringast hevur TB skikkað sær sum hevur fingið 49 sektarstig, meðan KÍ á fyrsta plássinum hevur skikkað sær best við 38 sektarstig.
Samlaða talvan fyri flest gul og reyð kort, umframt flest sektarstig sambært www.faroesoccer.com sæst her:
1. TB (43 gul og 2 reyð = 49 sektarstig)
2. B68 (42 gul og 2 reyð = 48 sektarstig)
3. Skála (43 gul og 0 reyð = 43 sektarstig)
4. HB (37 gul og 2 reyð = 43 sektarstig)
5. AB (36 gul og 2 reyð = 42 sektarstig)
6. B36 (36 gul og 2 reyð = 42 sektarstig)
7. ÍF (31 gul og 3 reyð = 40 sektarstig)
8. Víkingur (40 gul og 0 reyð = 40 sektarstig)
9. NSÍ (33 gul og 2 reyð = 39 sektarstig)
10. KÍ (35 gul og 1 reytt = 38 sektarstig)