TB hevur fulla úrtøku

1. DEILD: Eftir tvey umfør er einki mál farið ígjøgnum hjá TB

Í fjør flutti TB niður úr bestu deildini. Nú er málið at stabilisera liðið í næstbestu deildini og síðani at bjóða av í kappingini um at flyta upp.

 

Í fyrsta umfari vann TB 2-0 á heimavølli ímóti næstbestu liðnum hjá B36. Í dag var TB í høvuðsstaðnum og á vøllinum við Løgmannabreyt, har Undrið FF, sum er nýtt lið í næstbestu deildini, eigur heimavøll.

 

Í fyrsta umfari endaði tað 1-1, tá ið Undrið FF spældi á útivølli ímóti B71.

 

Í dag tapti Undrið FF fyri fyrstu ferð í næstbestu deildini. TB vann 2-0, og harvið hevur TB fulla úrtøku, og framvegis er einki mál farið ígjøgnum hjá TB málverjanum Anders Nagel.

 

Tá ið teir fóru at hvíla seg var tað framvegis málleyst.

 

Sjey minuttir eftir steðgin setti nýggi álopsspælarin Mikkel Blåholm hol á. Eisini í fyrsta umfari skoraði hann annað málið. Í næstsíðsta minutti staðfesti Einar Thorsteinsson TB sigurin. Einar Thorsteinsson var á besta liðnum frá kappingarbyrjan í fjør og fram til hálvan mai. Bæði síðsta vikuskifti og aftur í dag varð hann skiftur inn.

 

Í triðja umfari fær TB vitjan av ÍF, og tá fer Undrið FF at spæla á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi.