Tað var ikki nógv, ið gekk rætta vegin hjá TB á ovara vølli í Gundadali sunnudagin, tá liðið í 1. deild var og spældi ímóti næstbestu manningini hjá HB. TB stríðist fyri uppflyting og HB ímóti niðurflyting.
Fyrsta strikan í rokningini var, at málverjin hjá TB, Ivan Stojkovic, fekk reyða kortið longu í trettanda minutti, tá hann feldi ein HB-ara uttan fyri brotsteigin, og hóast TB fyrst kom á odda, so var tað eitt sjálvmál, ið hjálpti HB at javna so seint sum í 83. minutti, áðrenn HB-ararnir sjálvir fingu skotið eitt mál tveir minuttir fyri tíð.
At tapa 2-1 í Gundadali ímóti næstbestu HB-manningini, var ein grov strika í rokningini hjá TB, sum samstundis kundi frætta av Argjum, at har hevði AB vunnið 6-0 á EB/Streymi. Tað merkti, at bæði AB og TB høvdu 55 stig fyri 25 dystir, men at AB var seks mál betri í málúrtøkuni og tí eisini framman fyri TB á stigatalvuni.
Skal í Aganevndina
Hóast alt hetta fekk tað at síggja svart út fyri vónunum hjá TB um uppflyting, er síðani hent tað, at ein nýggjur møguleiki fyri at varðveita næstfremsta plássið – trý stig framman fyri AB – er komin undan kavi.
Nú hevur TB kært HB fyri at hava brúkt ólógligar spælarar, tí TB vil vera við, at Jógvan Rói Davidsen, Pál Mohr Mortensen og Kristin Restorff Mouritsen ikki høvdu loyvi til at spæla við 1. deildarliðnum hjá HB, tí teir allir vóru við á Vodafone-liðnum hjá HB, sum vikuna frammanundan vann 4-1 á 07 Vestur.
Hetta er alt samalt eitt sindur »tricky«, tí ein útsettur dystur ímóti EB/Streymi mikukvøldið í farnu viku er inni í myndini, so spurningurin er, hvat í veruleikanum er trið- ella fjórðseinasti dysturin hjá HB hetta kappingarárið. Tulkingin av hesum verður helst avgerandi fyri útfallið av kæruni.
Í løtuni er støðan í málinum tann, at Fótbóltssambandið hevur fingið kæruna frá TB, og hevur so biðið HB um at koma við sínum viðmerkingum. Tá tær eru komnar, verður málið sent Aganevndini, sum so gera sín úrskurð í málinum.