TB hevur keypt amerikanara

Felagið boðar frá, at sáttmáli er undirskrivaður við framrættaðan spælara úr Kalefornia

Mynd: TB

TB heldur summarfrí sum greitt topplið í næstbestu deildini, og alt bendir á, at TB í 2023 aftur fer at spæla í bestu deildini.

 

Í dag boðar TB frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við amerikanskan spælara.

 

TB skrivar soleiðis:

 

TB hevur skrivað undir sáttmála við Matthew Lee

 

Matthew hevur verið á Tvøroyri og hevur vant við felagnum í fleiri mánaðir. Hetta hevur givið felagnum góðar møguleikar at síggja hvørjar dygdir Matthew hevur sum fótbóltsleikari. Matthew hevur eisini fingið góðan kunnleika um felagið og býin.

 

TB venjarin Dan Jensen sigur soleiðis:

 

-Matt hevur offensivar dygdir, ið koma til at vera eitt gott íkast til hóp okkara. Hann kann spæla sum áloypari og annars nýtast á øllum offensivum plássum. Vit gleða okkum til at síggja Matthew verða spældan inn í hópin, so vit fáa brúkt hansara dygdir.

 

Og Matthew Lee fegnast:

 

-Eg eri frá Sakramento, Kalifornia í USA. Eg eri sera spentur upp á at sleppa at byrja við hesum frálíka hópi av leikarum á Tvøroyri. Framtíðin sær lovandi út hjá felagnum og eg vóni at kunna geva mítt íkast, soleiðis at vit kunnu vinna deildina í ár.

 

Fyrsti landskappingardysturin hjá TB og Matthew Lee verður 27. juli, tá ið TB fere at spæla á útivølli ímóti næstbesta liðnum hjá B36.

 

Mynd: TB