TB hevur sett nýggjan venjara

Gamal kenningur úr Danmark fer nú at standa á odda í Trongisvági

Í heyst flutti TB niður úr bestu deildini, og í 2022 verður takið at fóta liðnum í næstbestu deildini og arbeiða fyri at vera við í toppinum og kappingini um aftur at vinna plássið í fremstu røð.

 

Nú er tað greitt, hvør verður við stýrisvølin í Trongisvági í 2022.

 

TB skrivar soleiðis í kvøld: 

 

Tvøroyrar Bóltfelag hevur loyst venjaraspurningin.

 

Aðalfundurin hjá TB varð í gjár hildin í hølunum við Stóra, og á fundinum fekk fundarfólkið høvi at heilsa uppá nýggja høvðusvenjaran hjá felagnum, nýggi venjarin var við á fundinum umvegis alnótina.

 

Talan er um danan Dan Jensen, Dan er 43 ára gamal og hevur fleiri ára royndir sum venjari.

 

Dan er ikki heilt ókendur á Tvøroyri, tí í 2008 var hann í starvsvenjing sum námsfrøðingur á Tvøroyri, og var hann hetta tíðarskeiðið partur av venjaratoyminum hjá TB. Dan minnist við gleði aftur á tíðina her.

 

Hann gleðir seg til uppgávuna, og hann verður væntandi á Tvøroyri 3. januar.

 

Tvøroyrar Bóltfelag ynskir Dan Jensen vælkomnum og góða eydnu.