TB hevur skift venjaran út

Fótbóltur: Egil Steintórsson skal standa á odda í bjargingarroyndini hjá tvørámonnum

Tvørámenn skulu í morgin norður til Fuglafirðar at spæla fyri lívinum í bestu deildini, og teir fara norðurum við nýggjum róðursmanni. Zoran Pavlovic, sum hevur verið spælandi venjari í fjør og í ár, er ikki við í ferðalagnum. Nýggjur venjari er Egil Steintórsson, sum í 1987 var spælandi venjari, tá TB vann FM heitið.

? Hetta er ein keðilig støða, men vit kendu okkum noyddar á onkran hátt at loysa upp. Vit kunnu ikki liggja lægri, enn vit gera, og tí hevur nevndin gjørt av at taka hetta stigið, sigur Finn Thomsen, formaður í TB, og hann útgreinar:

? Vit hava ongantíð vunnið í ár, og vit eru trý stig frá næstaftasta plássinum. Vit halda nógv av venjaranum, Zoran Pavlovic, sum vit hava verið sera glaðir fyri bæði í fjør og í ár, men vit kendu á okkum, at akkurát nú var neyðugt at taka okkurt stigið. Tað eru framvegis fimtan stig eftir at spæla um, og tað ber framvegis til at bjarga okkum undan niðurflyting, og tí hava vit heitt á Egil Steintórsson um at hjálpa okkum.

Finn Thomsen sigur, at uppleggið frá nevndini var, at Egil Steintórsson skuldi sita á beinkinum sunnudag og saman við Pavlovic leggja taktikk og at Egil Steintórsson skuldi hava endaliga ábyrgdina. Ætlanin var at Pavlovic skuldi standa fyri venjingini gjøgnum vikuna og spæla við, men venjarin vildi ikki ganga undir hesa loysnina.

? Og tað skilji eg innast inni væl, ásannar TB formaðurin, sum eisini veit at siga, at á Tvøroyri eru tey sera hørm um, at nú missa tey nógv avhildna ungdómsvenjaran, ið hevur verið avbera væl dámdur.

Aleksander Radosavljevic skuldi í gjár geva boð um, um hann heldur fram sum spælari. Tað hevði hann ikki, tá vit tosaðu suður.

? Vit missa ein og kanska tveir góðar spælarar, og tað er harmuligt, men vit kendu, at nú var neyðugt at taka hetta stigið. Spælararnir vórðu kunnaðir á fundi hóskvøldið, og teir góðtóku uppskotið hjá nevndini, sigur Finn Thomsen.

Hjá TB er annars Jón Tórður Holm leikbannaður. Dan og Tórður Mortensen vóru ikki við seinast, men teir eru báðir tøkir aftur.


ÍF fleiri leikbann

Fuglfirðingar ásanna, at teir so langt í frá eru ikki leysir av niðurflytingarvandanum, men teir halda, at um teir ikki tapa í morgin, so er sannlíkið fyri beinleiðis niðurflyting mest sum burtur.

Einki er at ivast í, at uppgávan í morgin verður serliga torfør, nú TB roynir at vaska talvuna og so at siga at byrja av nýggjum.

ÍF noyddist at skifta bæði Jazek og Piotr út úr miðverjuni í 1. hálvleiki, tá teir vóru í Gundadali sunnudagin. Jazek, sum hevur havt trupulleikar við knænum, var til venjingar aftur hóskvøldið, og teir rokna við, at hann verður við. Piotr hevur framvegis trupulleikar í hælsinuni, men tað er sannlíkt, at hann fer at spæla.

Høgni Hansen var leikbannaður síðsta vikuskifti, og í fyrradagin fekk ÍF boð frá FSF um, at hann er eisini leikbannaður í morgin. Mortan Thomsen fekk gult kort móti B36 og er leikbannaður. Eyðálvur Petersen var leikbannaður seinast, men er tøkur aftur.

Tá ÍF og TB spældu á Sevmýri var úrslitið 2-2. Hetta var eisini úrslitið, tá hesi bæði liðini síðst spældu landskappingardyst í Fuglafirði. Tað var í 1996. Í 1994 vann TB 2-1 í Fuglafirði, og í 1993 vann ÍF 3-2. Í 1997 var TB í 2. deild, og i 1995 var ÍF í 2. deild.