TB hevur vunnið fyri fyrstu ferð

Meinhardt P. Joensen var ein brandur í málinum, tá ið TB vann fyri aðru ferð á Skála

Tað er gott lag í TB leguni, og hýrurin er ikki góður í Skála leguni.

Í dýrdarveðrinum í kvøld rigga teir í TB til at fara av Skála og til hús aftur. Í viðførinum hava teir trý stig. TB vann 2-0, og hetta er bara onnur ferðin yvirhøvur, at tvøramenn hava vunnið fulla úrtøku á útivølli ímóti Skála.

Fyrra málið stútaði miðverjin Ndende Adama Guéye við handara stólpa eftir horna úr vinstru.

Tá var ein tími farin. So spenti heimaliðið álopsbogan, og tað vóru fleiri spentar støður og stórir møguleikar frammanfyri TB málið, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í málið.

Høvuðsorsøkin til, at tað ikki eydnaðist Skála at skora, var TB málverjin Meinhardt P. Joensen, sum var ein sannur brandur millum TB stólparnar.

Tað eydnaðist Heðini Klakstein at fáa bóltin í TB málið, men tá veittraði hjálpardómarin fyri rangstøðu.

Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, økti TB um leiðsluna til 2-0, sum varð úrslitið.

Eftir innlegg úr høgru varð Poul Ingason í sera góðari støðu og mitt fyri málinum skumpaður, tá ið hann royndi seg við stútara. Bólturin fór omanfyri málið, og dómarin bríkslaði fyri brotssparki, sum Poul Ingaseon setti í málið.

TB sigurin ber við sær, at TB hevur 5 stig, meðan Skála framvegis hevur eitt stig.

 

https://www.in.fo/itrottur/sport-detail/news/myndir-skala-tb/

 

Skála – TB 0-1 (0-0)

0-1: Ndende Adama Guéye 59.

0-2: Poul Ingason br 92.

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

Skála: Bárður á Reynatrøð – Jóhan Waag Høgnesen, Kristian Martin Jakobsen, Pætur Dam Jacobsen, Djóni Petersen – Heðin Klakstein, Mikal á Reynatrøð, Niels Pauli Danielsen (Jónhard Frederiksberg, 76.),  Poul Kallsberg (Ronni Møller-Iversen, 60.) – Aksel B. Danielsen (Andreas Egeberg Jacobsen, 54.), Jan Ingason Hansen

Gult kort: Niels Pauli Danielsen, Poul Kallsberg, Kristian Martin Jakobsen

Venjari: Bill Jacobsen

TB: Meinhardt P. Joensen – Sebastian Kroner, Rasmus Kawiecki Møller, Ndende Adama Guéye, Musah Armah – Rógvi Joensen (Jens Erik Bruhn, 81.), Dánjal Godtfred, John Villi Wøldike Leo, Nikolei Johannesen (Einar Thorsteinsson, 52.) – Mads Raben, Poul Ingason (Andreas Midjord, 93.)

Gult kort: Dánjal Godtfred

Venjari: Michael Winter