Mikukvøldið varð tað greitt, at TB næsta kappingarár fer at spæla í bestu deildini. Í dag varð staðfest, at gullkrónurnar verða hongdar um hálsin á TB spælarunum, tá ið teir hava sett punktum fyri hetta kappingarárið. Tað verður á Argjum leygardagin 4. oktober.
B36 vitjaði í dag við Stórá, og gestirnir løgdu fyri sum eitt ódnarveður. Rasmus Dan Sørensen skoraði tvær ferðir í 1. hálvleiki, og 2-0 B36 leiðslan helt sær, inntil tað restaðu 25 minuttir. So eydnaðist tað TB at fáa hol á, og tíggju minuttir seinni var støðan 3-2 til TB. Mortensen menninir skoraðu málini – Heini Mikal tvey og Heini, sum varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin, eitt.
Tað eydnaðist FC Suðuroy at sleppa frá torføra útidystinum á Argjum við øllum stigunum, men tað leyp einki av. Búi Egilssson skoraði sigursmálið, tá eitt korter var eftir.
Í botninum er tað nú so tætt, sum tað ber til at vera. EB/Streymur vann tepran heimasigur á Víkingi við máli, sum Árni G. Olsen skoraði tólv minuttir undan leikloki, og í Klaksvík endaði tað 1-1 millum KÍ og NSÍ. Debes Danielsen legði gestirnar framum miðskeiðis í 2. hálvleiki, og Tórur Justesen javnaði langt eftir, at vanliga leiktíðin var farin.
At EB/Streymur vann, og at KÍ at enda vann eitt stig ber við sær, at HB, sum mikukvøldið vann í Sandavági, aftur er aftast, og at KÍ aftur er omanfyri strikuna. Men HB, EB/Streymur og KÍ hava øll 16 stig. Málmunurin er ávikavíst -27, -25 og -20.
21. umfar verður mikudagin, og tá verða lyklauppgerðir bæði í toppinum og botninum: FC Suðuroy fær vitjan av TB, og KÍ fær vitjan av EB/Streymi!
20. umfar
Mikukvøldið
07Vestur-HB 1-2 (1-1)
1-0: Torstein Mýlingstind 19.
1-1: Teit Jacobsen 43.
1-2: Poul Ingason 53.
Reytt kort: Heri H. Mohr, HB, 88. (tvey gul kort)
Í dag
KÍ-NSÍ 1-1 (0-0)
0-1: Debes Danielsen 63.
1-1: Tórur Justesen 90.+2.
EB/Streymur-Víkingur 1-0 (0-0)
1-0: Árni G. Olsen 78.
Reytt kort: Búgvi Øster, EB/Streymur, 90. (beinleiðis reytt)
AB-FC Suðuroy 0-1 (0-0)
0-1: Búi Egilsson 74.
TB-B36 3-2 (0-2)
0-1: Rasmus Dan Sørensen 22.
0-2: Rasmus Dan Sørensen 43.
1-2: Heini Mortensen 65.
2-2: Heini Mikal Mortensen 71.
3-2: Heini Mortensen 75.
Støðan eftir 20 umfør
TB 58
FC Suðuroy 36
07Vestur 33
B36 31
NSÍ 27
AB 26
Víkingur 21
KÍ 16
EB/Streymur 16
HB 16
21. umfar
Mikudagin 13. august
KÍ-EB/Streymur
Víkingur-AB
B36-07Vestur
HB-NSÍ
FC Suðuroy-TB