FLOGBÓLTUR
Síðsta vikuskiftið tapti TB toppdystin á Giljanesið ímóti Drátti. Tí skuldu tær nú royna at koma aftur á rætta kós, og hetta skuldi henda sunnudagin, tá tær vitjaðu í Klaksvík hjá Mjølni. Mjølnir fekk síni fyrstu stig síðsta vikuskiftið, tá tær heldur óvæntað vunnu í Kollafirði, tí var ætlanin hjá Mjølni helst at vinna sín næsta dyst á rað.
Men tað var tó týðiligt, hvat av hesum liðunum er oddalið, og hvat er botnlið. Sjálvt um munurin ikki var tann størsti í fyrsta settið, so megnaði TB at vinna hetta 20-25. Í øðrum setti var eingin slingur í valsinum. TB snøgt sagt hølvaði Mjølnir av. Úrslitið av hesum settinum var 10-25, og nú sá ikki gott út hjá Mjølni. Um tær skuldu gera sær nakrar vónir um at vinna dystin, so skuldi triðja sett vinnast.
Tær stríddust eisini fyri møguleikanum, men enn einaferð gjørdist TB drúgvari. Kvinnurnar av Tvøroyri vunnu triðja sett 23-25.
Við sigrinum er TB komið aftur á rætta kós, og tær hava lagt seg undir liðuna á ÍF á øðrum plássi, bert 2 stig aftanfyri Drátt. Mjølnir liggur enn aftast við tveimum stigum.