Í kvøld er avgjørt, at landskappingardysturin á jóansøku millum TB og EB/Streym verður útsettur til seinni. Orsøkin er tann, at EB/Streyma ferðalagið ikki hevði sloppið til hús í kvøld, um dysturin varð spældur. Tað kemst av broyting í ferðaætlanini hjá Smyrli, nú kappróðruin varð útsettur frá í dag og til í morgin.
Ásetingarnar siga, at útiliðið skal sleppa til hús sama dag, sum dysturin verður spældur.
----
Hetta var annars tað, sum varð skrivað fyrr í kvøld um jóansøkudystin:
Klokkan 18.30 fer Eiler Rasmussen at bríksla fyri fyrstu ferð við Stórá í Trongisvági, har EB/Streymur er gestur hjá TB.
Talan er um jóansøkuuppgerð, sum savnar heilt nógv fólk, nú kappróðurin varð útsettur, og tað umframt fleiri hundrað rógvarar eisini er nógv fólk í Suðuroy, sum í gjár og í morgun fór suður fyri at fylgja við í kappróðrinum.
TB hevur enn ikki vunnið fulla úrtøku. Samlaða úrtøkan er tvey stig, og TB er aftast. Dysturin í kvøld ímóti EB/Streymi verður roknaður at vera ein av teimum, sum tað er neyðugt hjá TB at vinna, um tað skal hugsast um at lyfta liðið frá hóttanini av niðurflyting.
Hjá EB/Streymi er Rói Zachariasen aftur í málinum, eftir at hann fleiri tær seinastu vikurnar ikki hevur verið tøkur, tí hann hevur verið í sóttarhaldi. Miðverjin Árni G. Olsen er leikbannaður. Millum teir á beinkinum hjá EB/Streymi eru Hans Pauli Samuelsen og Arnbjørn Hansen. Teir plaga at verða settir á vøllin, um tað fram ímóti dystarenda ikki er eydnast teirra liði at skora mál.
Hjá TB eru Dánjal Godtfred og Aron Sørensen við aftur, eftir at teir seinast vóru leikbannaðir. Einar Thorsteinsson er framvegis skaddur. Síðani venjaraskiftið hevur Nikolei Johannesen ikki verið millum teir fyrstu ellivu. Tað er hann í kvøld.
TB – EB/Streymur kl. 18.30
Dómari: Eiler Rasmussen
TB: Nikola Stoisavljevic – Aron Sørensen, Simon Søndergaard Rasmussen, Ndende Adama Guéye, Jens Erik Bruhn – Nikolei Johannesen, Mark Kongstedt, Dánjal Godtfred, Samudeen Musah – John Villi Wøldike Leo, Andreas Midjord
EB/Streymur: Rói Zachariasen – Niklas T. Kruse, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Ári Arge – Hjalti K. Djurhuus, Elias Moustage – Heðin Klakstein, Símun Sólheim, Ronni Møller-Iversen – Gutti Dahl-Olsen