TB kanska fimta liðið

Flogbóltur

At bara fýra lið eru í Eikliguni hjá monnum, ger sítt til, at kappingin hvørki verður so spennandi og undirhaldandi, sum hon kundi verið. Tey fýra liðini spæla seks dystir ímóti hvørjum øðrum, og tí verður tað sjáldan, at nakað óvæntað hendir. Til tað kenna liðini hvørt annað alt ov væl!
Men útlit eru nú fyri, at eitt fimta lið kanska verður við í kappingini næsta ár. TB, sum eftir tólvta tíma fekk sítt besta manslið við í kappingina í næstbestu deildini, hevur higartil gjørt slætt borð og vunnið allar sínar dystir í 1. deild. Vit frætta, at spælið hevur verið heilt gott, og at TB hevur eitt gott lið, sum higartil hevur settúrtøkuna 9-2.
TB kappast í 1. deild við næstbestu manningarnar hjá ÍF, Fleyr, Mjølnir og SÍ, umframt við bestu menninar hjá Drátti. Og av tí at tey fýra næstbestu ikki kunnu flyta upp, er TB í løtuni á góðari kós, ið altso kann enda við einum plássi í Eikliguni næsta kappingarár.