TB kemur við fullari ferð

Tað gongur ein veg í Eikliguni hjá tvørákvinnum, sum við einum óvæntað greiðum sigri í gjár vunnu á Fleyr og yvirtóku triðjaplássið

FLOGBÓLTUR

Hóast tendensir eru um, hvørji lið koma at stríðast um hvørji heiðursmerki, tá flogbóltsárið er komið longur ávegis, er kappingin so mikið jøvn, at fimm av sjey liðum dyrgja eftir trimum heiðursmerkjasettum.
Mjølnir er sterkasti avbjóðarin hjá SÍ, sum er greitt á odda, men nú nærkast bæði TB og Fleyr, sum bara eru tvey stig aftanfyri, og bara tvey stig aftan fyri tey eru Dráttur eisini væl við. Bara ÍF og KÍF kunnu ikki væntast at koma ordiliga við í kappingina har frammi, men mugu royna at bjarga sær undan niðurflyting.

Fleyr-TB 0-3
(19-25, 19-25, 16-25)
Spakuliga, men trygt, hevur TB otað seg longur og longur fram, og størsta sigurin higartil vunnu tvørákvinnur í gjár, tá tær vitjaðu Fleyr í Gundadalshøllini í Havn. Og tað var vorðið sum sigur, tí TB vann dystin 3-0!
Óivað var hetta ein óvæntað greiður sigur, men so mikið meira var hann uppiborin. Talan var um eitt gott liðavrik, ið legði botnin, og tað tóktist, sum høvdu TB-kvinnurnar fyrireikað seg væl til dystin.
Góðar servur og góðar móttøkur myndaðu spælið hjá TB, ið fekk eitt sindur av mótstøðu tey bæði fyrru settini, men síðani koyrdi tað heim í triðja settinum. Hetta er onnur støða enn í fjør, tá TB var aftast í bestu kvinnudeildini, og komandi dystirnir koma at vísa, hvussu langt tað kann røkka.
Fleyr fann ongantíð út av, hvussu hesin dysturin skuldi vendast og vinnast, og av tí at TB enntá í móttøkunum fekk lagt trýst á, spurdist einki burturúr hjá heimaliðnum, ið við tapinum mátti síggja TB fara fram um seg og yvirtaka triðjaplássið. Ósigurin er enn eitt dømi um, at avrikini hjá Fleyr eru óstøðug, hóast manningin skuldi verið til frægari avrik, enn liðið hevur megnað higartil.

ÍF-Dráttur 0-3
(13-25, 22-25, 8-25)
Ikki kann sigast, at væl hevur gingist hjá ÍF-kvinnunum, ið higartil bara hava fingið tvey stig ímóti KÍF, sum er einasta liðið niðan fyri tær. Og ikki er støðan blivin betur, nú hevarin hjá teimum, Barbara á Líðarenda, hevur brotið hondina, so nýggjur hevari má spælast inn í hennara stað.
Dráttur hevur heldur ikki akkurát havt nakað sprudlandi kappingarár, men er kortini við í miðbólkinum, ið liggur at berjast um heiðursmerkini. Enn sæst kanska ikki til fulnar, hvussu Maja Popovic fer at roynast sum styrkur, men liðið fekk í øllum førum tvey kærkomin stig á Kambsdali í gjár, tá tað eydnaðist at vinna 3-0 á ÍF.
Um dygdirnar hjá Drátti koma at roynast til meira enn fimtaplássið, fæst at síggja, men í øllum førum fingu vágakvinnurnar lagt sjógv millum seg og tey bæði niðastu liðini, so fyribils er eingin orsøk til annað enn at hyggja uppeftir.