TB kiksaði aftur á heimavølli

1. DEILD: Umstøðurnar vóru einki serligar, tá ið B36 megnaði 2-2 í Trongisvági

B36 leggur seg á odda 2-1 Mynd: TB skíggjamynd

TB hevur leingi verið greitt topplið í næstbestu deildini, men nú tykist kynkur at vera komin í. Fyri einari viku síðani vunnu teir næstbestu hjá Víkingi í Trongisvági, og aftur í dag noyddist TB av heimavøllinum uttan at hava vunnið fulla úrtøku.

 

Næstbesta liðið hjá B36 var á middegi gestur við Stórá, har tað endaði 2-2 eftir 1-1 í fyrra hálvleiki. B36 liðið hevur leingi verið í niðurflytingarvanda, men síðani summarsteðgin hevur B36 ikki tapt. Tað eru tó ikki komin so nógv stig á kontuna, tí allir fýra dystirnir eru endaði við javnleiki. Í trimum teimum síðstu hevur úrslitið verið 2-2, og á ólavsøku endaði tað 1-1. Tað var á heimavølli ímóti TB.

 

Í dag var lotið frískt, og í støðum var tað nógv vatn á vøllinum.

 

TB hevði lotið undan í fyrra hálvleiki, og tá var tað Nikolei Johannesen, sum við brotssparki legði heimaliðið á odda 1-0. Hetta var sjeynda málið hjá Nikolei Johannesen í ár.

 

Dómaraseðiling sigur, at tað var B36, sum var fyrri at skora, men tað var altso TB, sum við brotssparki setti hol á, tá ið tað restaðu 10 minuttir av fyrra hálvleiki.

 

B36 javnaði eftir framlegging í høgru og kontra í brotsteiginum. Málskjútti var 16 ára gamli Mattias Hellisdal. Tá var ein tími farin, og B36 legði seg á odda 2-1, tá ið tað vóru 10 minuttir eftir. Eftir horna úr vinstru og út frá aftur, var tað Tobias Hansen, sum av brotsteigarsamankomingini í vinstru sendi bóltin flatt í handara síðunetið. Hetta var fyrsta málið í næstbestu deildini hjá 17 ára gamla Tobiasi Hansen.

 

TB javnaði til 2-2 bara lítla løtu eftir, at B36 hevði lagt seg á odda. Nikolei Johannesen legði við frísparki úr høgru og til handara stólpa, har Ragnar Tausen, sendi bóltin upp í nettakið. Hetta var fyrstu ferð, at hann nart við bóltin, eftir at hann var skiftur inn.

 

Um eina viku fær TB vitjan av NSÍ, og tá fer B36 at spæla grannauppgerð ímóti HB.

 

B36 leggur seg á odda 2-1 Mynd: TB skíggjamynd