TB-kvinnurnar í finaluni

Fimm sett skuldu til í hálvfinaluni hjá kvinnum millum TB og Fleyr í høllini á Sandi, áðrenn tvørakvinnur høvdu tryggjað sær annað plássið í steypafinaluni.

Fimm sett skuldu til í hálvfinaluni hjá kvinnum millum TB og Fleyr í høllini á Sandi, áðrenn tvørakvinnur høvdu tryggjað sær annað plássið í steypafinaluni.

Fleyr kom annars betur frá byrjan og vann tey bæði fyrstu settini, ávikavist 25-20 og 25-16. Í fyrsta settið byrjaði TB betur, men Fleyr vann settið, og í øðrum setti var Fleyr alla tíðina á odda.

Í triðja setti gekk øgiliga javnt á, men tá avtornaði, var TB drúgvari og vann 25-18. Og í fjórða setti sat TB á øllum og koyrdi sannførandi avstað og vann 25-11.

Nú skuldi alt avgerast í fimta setti, har tað bylgjaði eitt sindur aftur og fram. Liðini fylgdust heilt upp til 11-11, áðrenn TB tók teir síðstu bóltarnar og vann settið 15-11 og harvið dystin 3-2.

Um trý korter, klokkan 17, byrjar hin hálvfinalan, sum verður millum Drátt og KÍF, og tað verður vinnarin av tí dystinum, sum verður mótstøðulið hjá TB í steypafinaluni hjá kvinnum.