Fyrsti dyturin í 7. umfari í næstbestu deildini hevur verið við Stórá í Trongisvági í kvøld. Klaksvíkingar fóru suður eftir døgurða, og nú rigga teir til at fara til hús aftur í góðveðrinum.
Í viðførinum hava teir 3-0 tap. Sigurin ber við sær, at TB er næstfremst við 15 stigum og hevur kós ímóti uppflyting. ÍF, sum í morgin fer at spæla á útivølli ímóti HB, er topplið við 16 stigum, og B71, sum í hesi løtu spælir á útivølli ímóti Víkingi, er nú á triðja plássi við 12 stigum.
Hálvleiksstøðan í góðveðrinum við Stórá í Trongisvági í kvøld var málleysur javnleikur.
Bæði liðini høvdu góðar málmøguleikar, men tað var bara TB, sum í seinna hálvleiki skoraði mál.
Nýggi skarprættarin hjá TB, Mikkel Blåholm, setti hol á miðskeiðis í seinna hálvleiki eftir framlegging frá Samudeen Musah, og sjey minuttir seinni var tað innskifti Jóhan Renéson Thomsen, sum økti um munin til 2-0. Tá var tað, eftir at Mikkel Blåholm legði flatt innfyri úr vinstru, og innskifti maðurin við handara stólpa stýrdi bóltin í málið.
Fimm minuttir undan leikliki var tað Einar Thorsteinsson, sum staðfesti 3-0 heimasigurin. Amerikanski spælarin James Samuel Wilcox uppleggið, tá ið hann lyfti bóltin inn um verjuna, og Einar rann inn úr høgru og hegnisliga tamdi bóltin, áðrenn hann lyfti bóltin uppum Fríðálv Klakk í KÍ málinum og í netið.
Um eina viku fær TB vitjan av B71, og tá fær KÍ, sum eftir bragdliga byrjan nú hevur tapt tríggjar ferðir á rað, vitjan av teimum næstbestu hjá B36.