Tvøroyrar bóltfelag hevur sett høvuðsungdómsvenjara.
Vit hava søkt eftir venjarum uttanlanda, og hevur áhugurin í hesum starvið verið stórur. Umsøkjarir hava verið úr fleiri londum eitt nú bæði Danmark og Serbia, skrivar TB á síni heimasíðu.
Avgerðin fall á danan John Petersen. John er 34 ára gamal, og hevur verið fótbóltsvenjari síðstu 17 árini. Seinasta árið hevur John verið í starv hjá Køge Kommune, har hann hevur arbeitt við at fáa fleiri gentur at spæla fótbólt. John hevur UEFA-B licens, umframt at hann hevur tikið nýggja DBU útbúgving innan talentidentifikation og scouting, skrivar TB millum annað á heimasíðuni.