TB og ÍF halda kósini

TB og ÍF halda fast í góðu gongdini í meistaradeildini hjá kvinnum eftir sigrar á ávíkavist SÍ og KÍF í vikuskiftinum. Nú eru hesi bæði einsamøll á odda í meistaradeildini við seks stigum.

FLOGBÓLTUR

TB og ÍF vilja ikki geva oddasessirnar frá sær í meistaradeildini hjá kvinnum. Í vikuskiftinum vunnu bæði tvey, so nú eru hesi bæði liðini aftur einsamøll á odda, meðan bæði SÍ og KÍF mistu týðandi fet í stríðnum um medaljur.

TB setti SÍ uppá pláss
SÍ fekk eina ringa byrjan uppá landskappingini í bestu kvinnudeildini, tá tær í fyrsta umfarið taptu fyri KÍF. Men eftir hetta hevur gingið strálandi. Tær hava vunnið síðstu tveir dystirnar, so vónirnar vóru góðir, tá tær fóru suður til Trongisvágs at møta TB.
Hjá TB hevur eisini gingist væl, men serliga suðuri í Trongisvági hevur gongdin verið góð. Áðrenn dystin ímóti SÍ høvdu tær vunnið báðar sínar heimadystir, meðan tær høvdu tapt sín einasta útidyst.
At TB er eitt gott heimalið fingu sørvágskvinnur at føla. Tað var týðiligt, at TB ikki vildi geva nakað burtur á heimavølli, og tær vunnu eisini tryggan 3-0 sigur á SÍ.
Í fyrstu settunum var eingin ivi. TB var betra liðið, og tær vístu sørvingum, hvussu sterkar tær eru á heimavølli. Bæði fyrstu settini endaðu við tryggum sigrum, og í báðum førum gjørdist úrslitið 25-19.
Triðja sett gjørdist hinvegin ein sannur gysari. Her var dysturin nógn javnari, og SÍ hevði kanska sæð, at hetta var seinasta útkall, um tær skuldu vinna dystin á TB. Liðini fylgdust at kalla allan vegin, og tey máttu spæla heilt upp í 28, áðrenn ein vinnari var funnin. Aftur hesaferð vann TB, og sostatt høvdu tær eisini vunnið dystin, eftir ein 28-26 sigur í síðsta setti.

ÍF er flúgvandi
Hin dysturin hetta vikuskiftið var á Kambsdali sunnudagin, tá eitt av oddaliðunum, ÍF, tók ímóti KÍF. Hesin dysturin bleiv ein sannur gysari, og liðini máttu út í fimm sett fyri at finna ein vinnara.
Fyrstu settini var annars einki, sum bendi á, at dysturin fór at gerast spennandi. ÍF var snøgt sagt nógv betra liðið, og tær vunnu eisini tvey tey fyrstu settini rættiliga trygt. Fyrsta setti endaði við 25-22 sigri til ÍF, meðan tær eisini vunnu annað settið, hesaferð heili 25-17.
Nú stóð illa til hjá KÍF, sum eisini hevur spælt illa teir síðstu dystirnar. Líkt var til at ÍF fór at vinna ein tryggan sigur, men hetta vildi KÍF ikki hava sitandi á sær.
Í triðja setti fingu tær kempa seg til sigurs, tá tær akkurát vunnu 25-23, og so var dysturin aftur púra opin, og kvinnurnar úr Kollafirði høvdu eisini fingið trúnna á, at hetta kundi lata seg gera.
Teir koma út sum eitt ódnarveður í fjórða setti, og ÍF fekk ongantíð eitt bein til jørðina. Hetta setti endaði við tryggum 18-25 sigri til KÍF, og so mátt ijavnbrótari til fyri at finna ein vinnara.
Nú var KÍF oman á, so ikki var óhugsandi, at tær megnaðu at vinna seinasta settið eisini. Men nú var túrurin aftur komin til ÍF. Tær fingu betru byrjanina, og kvinnurnar úr Kollafirði kláraðu ongantíð at vinna leiðsluna hjá ÍF innaftur.
Síðsta settið endaði við 15-10 sigri til ÍF, og sostatt eru tær framvegis partur av oddastríðnum í meistaradeildini hjá kvinnum. KÍF hevur hinvegin tapt tríggjar dystir á rað, so nú má okkurt henda, um tær skulu gera sær vónir at stríðast um medaljur, sum var teirra mál undan kappingarbyrjan.
Eftir hetta hava TB og ÍF lagt seg einsamallar á odda í meistaradeildini, men longu mikukvøldið hava kvinnurnar úr Drátti møguleika at leggja seg undir liðuna á oddaliðunum, tá tær skulu til Klaksvíkar at takast við Mjølnir. Mjølnir skal í sínum lag royna at fáa fyrstu stigini á talvuna.